Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Kristiligar Tíðindasendingar
Aðalfundur OM-Føroyar 2019 - leiðaraskifti
Kristiligar Tíðindasendingar
Tanja Mortensen - millum tey sárbæru í Suður­afrika
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (87) - 15. mai 2019
EvR
Á Torginum - Upplestur: Hebrearabrævið - Tala: Klæmint Eliasen 'Prædika­rin' 2/­3
Við Sjóvarmálan
Prát við Jeffri Berg um fyritøkuna Bergsteinar
Við Sjóvarmálan
Prát: Malena Thomsen um Sjóvar Fornminna­felag
Við Sjóvarmálan
Prát við Karl Johan Olsen um fyritøkuna Snældan
Metis
Samrøða: Arnfinnur á Birtuni frá Framtaki­num, sum ikki tykist fáa rúmd í miðlunum
Metis
Prát: Elsebeth Poulsen, stjóri á NFCS, landingarmiðstøð og frostgoymsla í Klaksvík
Metis
Prát: Áki í Skemmuni um tiltakið Atlantic Fair
Metis
Metis - Øll sendingin - 14. mai 2019
Lýsing
Lýsing

Rættvísgjørdur av trúgv 

Innanlands, Lesarabrøv | 17/02-2019 21:19

Ein má ikki lata alt um seg ganga, verður sagt. Men sannleikin er ofta illa lýddur, tíverri. Tað er faktist rættiliga óhugnaligt, hvussu fólk kunnu ofra seg fyri eina atkvøðu. Tað verður sleikt og lova fyri at koma til valdið. Aftaná valið er tað, sum varð lovað, gloymt. Tað verður gloymt, at atkvøðan er ein álitisváttan, um at ansa borgarans peningi og ognum komandi 4 árini.

Trupulleikin í Runavíkar kommunu er ongin annar, enn tann persónurin, sum situr omanfyri umsitingina og politiska valdið, borgmeistarin sjálvur, Tórbjørn Jacobsen. Ein onki fittur persónur, ið á ein ella annan hátt hevur givið sær sjálvum loyvið at svína og hundatuska øll til, líka mikið hvar hann er staddur. Tað sleppur hann uttan átalu. 30. november 2018 varð tað so, enn einaferð, mín túrur at verða hundatuskaður alment av borgmeistaranum. Hann ítøkuliga lýgur um, at eg, við at skriva grein 25. november 2018, var farin eftir umsitingini í Runavíkar kommunu, eftir at umsitingin ítøkuliga hevði tikið tað politiska valdið av ræði, við honum á odda.

19. november
Umskipan av nevnd stóð longu á skrá í Teknisku nevnd, saman við málunum, sum eg mátti útseta á seinasta fundi, tí eg hevði ikki gjørt skránna. Hetta eru 6 døgn frammanundan, at eg posti nakað sum helst út um, hvussu vánalig gongdin er í kommununi.
So tað er beinleiðis lygn, sum Tórbjørn Jacobsen sigur, í KVF tann 30. november 2018.

20. november
Sendi eg ein teldupost til umsitingina um fund og ein til limirnir í Teknisku nevnd, um at útseta ásetta fundin. Verkfrøðingurin skeyt upp, at vit kundu møtast fríggjadagin, sum passaði mær væl. MEN tað, sum eg ikki visti tá, var at nevndarlimirnir vildu ikki útseta ásetta fundin.
Tá nevdarformaður avgerð at útseta fundir, skulu hinir limirnir halda seg til tað avgerðina!

21. november
Geri meg kláran at fara í land á Tvøroyri. Haldi at alt er ílagi og at eg skal norður at hava fund, fyrst við verkfrøðingin og síðan nevndarfund. MEN tað sum eg ikki visti var, at har norði varð fundur hildin uttan mína luttøku. Ein kann siga, at har kom okkurt burturúr. Klokkan 18.48 sendir Kristian Gardbo teldupost til mín, har hann skrivar, at hann og Jóhan Vest vilja hava meg at kalla inn til skundfund fyri at umskipa nevndina.

22. november
Beint sum eg eri klárur at fara norður við bátinum hendan hósdagin, fái eg teldupost frá verkfrøðinginum, har hann skrivar:
“Hej Jonhard. Min kalender er fyldt op i morgen fra 8.30 til 16.00, så det kan ikke lige lade sig gøre før mandag. Udvalgsmødet blev i øvrigt afholdt i går kl. 16.00, som planlagt, med deltagelse af de fremmødte udvalgsmedlemmer. Der skulle nu ligge et referat (gerðarbók) i systemet”.

25. november
Frá 23. til 25. november setti eg eitt skriv saman og postaði tað á mín politiska vanga. Tað var eisini á portalunum. Hetta skal so, sambært Tórbjørn Jacobsen, vera startskotið til, at eg havi lagt eftir umsitingini í Runavíkar kommunu, har tey ikki fáa forsvara seg. Tað er borgmeistarin, sum er ovasti leiðari og ongin annar.

28. november
10 av teimum innvaldu hava loynifund. OG eg, sum varð næstvaldur við 171 atkvøðum, veit onki. Havi fingið at vita, at tað var á hesum fundi at Tórbjørn Jacobsen setti knívin á strúpan á teimum, sum vóru í iva, um hetta var rætt. Á hesum fundi, sá tann samgongan, sum tók meg av ræðið, dagsins ljós.

29. november
Beint áðrenn býráðsfundin fekk eg eitt “hint” frá einum býráðslimi av Skálalistanum. Hann ávaraði meg um, at eg skuldi koyrast frá og hann segði ítøkuliga, at um hann ikki var VIÐ í hesum, varð hann eisini tveittur út í andstøðu. Tosaði líka við ein sakførara. Fekk at vita, at hetta var als ikki loyv og at eg enn var virkandi formaður í Teknisku nevnd. Tað var faktist stuttligt at taka í hondina á hesum følsku umboðunum í Runavíkar Kommunu og síggja teirra úttrykk. Sigast skal, at eg ikki visti av, at 15 minuttir eftir at hesin fundurin varð settur, varð eg persónliga úthongdur á so at siga øllum miðlunum. Í tíðindinum varð eg umrøddur, uttan at nakar hevði sett seg í samband við meg. Eisini varð eg úthongdur av Tórbjørn Jacobsen á heimasíðuna hjá Runavíkar Kommunu, uttan at eg kundi forsvara meg. Hetta er tað sama, sum hann sigur, at eg gjørdi við umsitingina.

30. november
KVF setti seg í samband við meg. Vildi hava eina samrøðu um tað, sum gekk fyri seg á býráðsfundinum og í døgunum áðrenn. Eg royndi í besta førimuni at forklára meg, men sjálvandi skuldi Tórbjørn Jacobsen eisini framat. Tað er so her, at hann aftur ókritiseraður sleppur at svína meg til, uttan at eg fekk møguleika at forsvara meg ella rætta uppá tað, hann segði.

Omanfyristandandi er skrivað fyri at vísa borgarunum, at longu 19. november var umskipan av nevnd á skrá og 22. november, varð avgjørt, at eg skuldi takast av ræði. Og EG visti onki fyrr enn beint áðrenn býráðsfundin 29. november.

24. oktober 2018, tá eg møtti á fundi í Vinnu- og havnanevndini, var eitt mál á skrá um hækkan av yvirtrom á einum neysti. Spurdi um byggisamtyktirnar á hesum øki, og fekk at vita, at í mai mánaða sama ár varð ein umsókn játtað um tað sama. Og so hevði tað verið løgið ikki at játtað hesari umsóknini. Bað um at síggja umsóknina og sá at hon varð viðgjørd eftir D5 øki og hesi neystini eru á E1 øki (landbúnaður). Eg spurdi so, hvat um ein triðji persónur ynskti tað sama. Tá svarar borgmeistarin, at hann sjálvur ætlar at gera tað sama við sítt neyst, á sama øki. Eg talaði at hesum. Sjálvandi kundi eg ikki góðtaka, at viðkomandi byggisamtyktir ikki vórðu fylgdar.

So sannleikin er tann, at grunda á, at eg havi átalað óskili í Runavíkar kommunu, varð eg tikin av ræði.

Víst verður til mína politisku síðu trýst her

Jonhard Danielsen

 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Biður norska prinsessu frásiga sær tignarliga heitið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Í dag eru 40 ár síðani Erla Olsen byrjaði sum organistur í Vestmanna kirkju
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Týskur kavbátur rent á land í Noreg
16 hava tikið dugnaskapsroynd í sigling
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Ær í Æðuvík hevur lembt 7 lomb síðani apríl í fjør
Sambandið tráar eftir Javnaði­num!
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
- Ronja skal kenna seg trygga í kirkjuni
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Krossfesting í søguligum ljósi
Tíðindi klokkan 16
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Skørin inni í Ólafsvík við motorbreki
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Kristiligar Tíðindasendingar
Aðalfundur OM-Føroyar 2019 - leiðaraskifti
Kristiligar Tíðindasendingar
Tanja Mortensen - millum tey sárbæru í Suður­afrika
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (87) - 15. mai 2019
EvR
Á Torginum - Upplestur: Hebrearabrævið - Tala: Klæmint Eliasen 'Prædika­rin' 2/­3
Við Sjóvarmálan
Prát við Jeffri Berg um fyritøkuna Bergsteinar
Við Sjóvarmálan
Prát: Malena Thomsen um Sjóvar Fornminna­felag
Við Sjóvarmálan
Prát við Karl Johan Olsen um fyritøkuna Snældan
Metis
Samrøða: Arnfinnur á Birtuni frá Framtaki­num, sum ikki tykist fáa rúmd í miðlunum
Metis
Prát: Elsebeth Poulsen, stjóri á NFCS, landingarmiðstøð og frostgoymsla í Klaksvík
Metis
Prát: Áki í Skemmuni um tiltakið Atlantic Fair
Metis
Metis - Øll sendingin - 14. mai 2019
Nýggjastu tíðindi