Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Smáu skúlarnir gerast partur av størri skúla

Innanlands | 20/02-2019 16:00

Velbastaðar skúli, Nólsoyar skúli og Kaldbaks skúli skulu møguliga gerast partar av størri skúla.

Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur tann 13. februar 2019 samtykt, at farast skal undir eina hoyringartilgongd um at leggja teir smáu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu saman við størri skúla, men samstundis varðveita skúlan og undirvísingina á staðnum.

Teir smáu skúlarnir eru Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli og Nólsoyar skúli. Hesir skúlar hava næmingar úr fyrsta til sjeynda flokk, umframt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy. Næmingatalið í smáu skúlunum skúlaárið 2018/2019 er ávikavist 43, 23 og 10.

Skúlin og undirvísingin verða framhaldandi í hesum bygdunum, og næmingar fara framhaldandi at ganga har. Broytingin er í høvuðsheitum tann, at skúlarnir verða lagdir saman við størri skúla í Tórshavnar kommunu, men leiðsluábyrgdarpersónur verður framvegis í einstaka bygdarskúlanum. Tað skrivar Tòrshavnar kommuna.

Í hesi ætlan er lagt upp til, at Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli, Nólsoyar skúli og størri skúli í Tórshavnar kommunu verða roknaðir sum ein skúli, men við undirvísingarhølum í fleiri skúlabygningum. Ætlanin er, at skúlarnir í bygdunum varðveita síni verandi nøvn.

Ein fortreyt fyri hesi møguligu samanlegging er, at Undirvísingarstýrið framhaldandi játtar skúlanum læraratímar til skúlaeindirnar í bygdunum fyri seg.

Fyrimunir við tílíkari samanlegging eru, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, m.a. at tað ber betur til at tryggja fakliga breidd í lítla skúlanum, at leiðslan verður styrkt sum partur av einum felags leiðslutoymi, at lærarar kunnu vera við í faktoymi, at betur ber til at nýta fakhøli í skúlanum, at næmingarnir hava størri samband við skúlan og lærararnar, har teir fara í hádeild, at byggja brúgv millum árgangirnar, at møguleiki er hjá næmingi/næmingum í stóra skúlanum at ganga í eini minni eind eina tíð og fjølbroyttari undirvísingarmøguleikar.

Komandi vikurnar verða kunningarfundir um ætlanina fyri starvsfólkum, skúlastýrum, foreldrum og bygdafólkunum. Samstundis verður sambært fólkaskúlalógini § 52 stk. 4 settur ein arbeiðsbólkur umboðandi øll skúlastýrini í kommununi at viðgera ætlanina, at leggja smáu skúlarnar saman við størri skúla og gera tilmæli um málið, ið síðani verður viðgjørt av umsitingini.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi