Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tað eigur at vera munur á Kvf og Óla Breckmann

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 28/02-2019 08:31

Eg eri fullgreiður um at fjølmiðlar hava rætt til at velja sær sjónarhorn, men tað frátekur teimum ikki skylduna, at geva søgum tvey bein at ganga á, og at lata avvarðandi kom til orðanna, tá teirra ábyrgdarøki verður umrøtt og viðgjørt alment.

Kringvarpið má styrkjast, ella …

Vit ásanna flest øll, at fakliga væl grundaðir og óheftir fjølmiðlar, eru ein hornasteinur í royndini at byggja og varðveita holla fólkaræðið í Føroyum. Kringvarp Føroya er ein lyklaleikari í tí arbeiðinum. Men skal vanligi føroyingurin hava álit á at Kringvarpið megnar, ella ynskir tað álitið og uppgávuna, má saðlast av nýggjum.

Skal ikki her umrøða mentanar og undirhaldspartin, men avmarka meg til tíðinda og samfelagsviðgerðandi partin, serliga tað sum markar móti mínum starvsøki, politikkinum.
Polittiska skipanin eigur hvørki at vera vard, ella spard móti spurningum, sum vilja vita hvussu valdið, ella peningur landsins verður umsitin. Tvørturímóti, so er tað ein kjarnuuppgáva í reingerðini av samfelagnum. Men eydnast tann uppgávan? Sjálvur eri eg í iva.

Í nógvum førum standi eg við (subjektivu) fatanini at Kringvarpið ger eitt væla arbeiði, men samstundis má eg við mínum royndum eisini ásanna, at ofta er støðan tann øvuðgta. Journalistiska støðið og kósin, er ógvuliga ymisk, og ógvuliga nógv tengd at hvør ið viðgerð søgurnar.
Tað er púra greitt at ongin útstungin kós er frá teimum, sum hava leiðsluábyrgd, og aloftast vera málini umrødd og umborin við at stundirnar ikki eru til at viðgera málini í góðari tíð, deadlines, og arbeiðstíðum.

Eisini vera nýbyrjaði fjølmiðlafólk blakaði inn á vígvøllin, illani kjølfest við lítlum innliti, at viðgera mál av stórum polittiskum, og samfelagsligum týdningi. Øll skulu byrja onkustaðni, men sitandi hesumegin skottið, er tað mangan ræðandi hvussu hjálparleyst, ófyrireika og tilvildarligt journalistiska arbeiðið er.

Kann taka nøkur dømi hendan síðsta mánaðin. Biðin um eina beinleiðis viðmerking til eina tíðindasending kl. 18.00. Vit eru á veg í ein barnaføðingardag, men eg og øll familjan setast at bíða eftir at Kringvarpið ringir aftur. Til fánýtis. Ongi boð um at samrøðan ikki verður veruleiki. Vit sótu sum kánus. Klossutur og vanvirðandi arbeiðsháttur.

Síðani ger Kringvarpið eina søgu um ferðaútreiðslur hjá Løgtinginum, enntá summir navnsnevndir perónar tiknir úr rúgvuni. Tað er sjálvandi rætt at upplýsa borgarum landsins um hvat pengarnir vera brúktir til, men her er ongin perspektivering yvirhøvur. Kundu til dømis nevnt at ”ferðapeningurin” varð nýttur til at røkja okkara millumtjóða arbeiði í Norðurlandaráðnum, Útnorðurrráðnum og sum almenn umboð fyri Føroya land. Her hevði verið hóskandi at viðgjørt spurningin um Løgtingið skal luttaka í millumtjóða arbeiði, og um tað ger føroyska fólkaræðinum gagn at Løgtingið luttekur í millumtjóða arbeiði. Tað ber jú ikki til hjá einum fótbóltslandsliðið bert at spæla sínar heimadystir, oder was! Og forrestin so var eg heldur ikki biðin um eina viðmerking til søguna, hóast eg eri einmælt valdur sum formaður fyri Føroya Løgting.

Biðin um at luttaka í eini sending um borgarauppskot, sum hevur eina greiða perspektivering, men tvey spor. Eg boði frá at eg ikki eru framsøgumaður á økinum, men kann úttala meg um formligu viðurskiftini um ávirkan á Løgtingið. Kontraktin brotin og fjølmiðlafólkið loypir lætt til tað økið eg havi boðað frá, ikki er mítt framsøguøki.

Eg eri fullgreiður um at fjølmiðlar hava rætt til at velja sær sjónarhorn, men tað frátekur teimum ikki skylduna, at geva søgum tvey bein at ganga á, og at lata avvarðandi kom til orðanna, tá teirra ábyrgdarøki verður umrøtt og viðgjørt alment.

Og so eitt hartasuff at enda. Tað er ótolandi dagliga at vera viðgjørdur av journalistum, sum eru tínir ”wannabe”, núverandi, ella fyrrverandi polittisku starvsfelagar/kappingarneytar. Alt ov nógv fólk í miðlaumhvørvinum í Føroyum, ganga inn og út úr politikki. Tað skaðar tað trúvirðið, sum er fundamentalt fyri fakliga grundarlagið, og fyri álitið.

Livir Kringvarpið ikki upp til grundleggjandi journalistisk krøv um fakliga dygd og starvsligt gjøgnumskygni, so hava vit bert kringvarpinum sjálvum at takka fyri, at hesin einaferð so álitisverdi stovnur syngur sín svanasong.

Tað eigur at vera munur á Kvf og Óla Breckmann.

 

hetta skrivar Páll á Reynatúgvu á faceboock.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi