Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Pakka kuffertini, Sjúrður – ger teg kláran til Katalonia, Magni

Lesarabrøv, Politikkur | 28/02-2019 19:00

Við yvirskriftini ”skjót ongar rakettir, Jørgen – miss ikki svøvnin, Magni” langar Sjúrður Skaale í lesarabrævi út eftir Spyr.fo og Portal.fo. Orsøkin er, at Spyr.fo hevur gjørt eina veljarakanning fyri Portalin, sum ikki er til fyrimuns fyri Sjúrð, tí veljarakanningin vísir, at bæði Sjúrður Skaale og Magni Arge helst ikki hava gjørt sítt fólkatingsarbeiði nógv væl, og tí ætlar fólkið í Føroyum at straffa teir og seta onnur fólk í teirra starv sum fólkatingslimir.

Sjúrður roynir at flyta fokus, og við sínum retorikki at fortelja Føroya fólki at Spyr.fo og Portal.fo ikki eru at líta á. Tað er í sær sjálvum áhugavert, at tílíkir pástandir skulu koma frá einum politikkara sum Sjúrð Skaale. Harvið roynir Sjúrður krampagtigt at sannføra Føroya fólk um, at ein atkvøða á hann ikki er ein burturspilt atkvøða – sjálvt um tað er júst akkurát tað, sum hon er.

Aktuella veljarakanningin, og allar hinar veljarakanningarnar fyri tað saks skyld, vísa rættiliga greitt, at Føroya fólk ikki eru nøgd við politisku linjurnar hjá sitandi samgongu og arbeiðið hjá Sjúrða og Magna annars, og at tey tí ætla at skifta stóran part av hesum fólkum út – har ímillum eisini  fólkatingsumboðini Sjúrð Skaale og Magna Arge.
Tá ikki bara ein, men nærum allar veljarakanningarnar, vísa henda greiða tendens, ber illa til at koma uttanum, og tí virkar tað nokk so smakleyst, patetiskt og desperat av Sjúrða at leggja soleiðis eftir Spyr.fo og Portal.fo.


Hinvegin, um vit absalut skulu hyggja nærri at veljarakanningum hjá Spyr.fo, so lat okkum líka tað.
Undir yvirskriftini ”Grundleggjandi skeivt”, byrjar Sjúrður sína argumentasjón, sum gongur út upp á, at spyr.fo byggir á eitt panel, har 5.000 fólk eru við, og at tað bara eru fólk, sum sjálvi hava teknað seg til hetta panelið. – Og síðani, eftir at hava skrætt alt sundur og saman, kemur Sjúrður Skaale til ta niðurstøðu, at nærum alt hjá Spyr.fo er skeivt og ikki-eftirfarandi, og at hann sjálvur, sum fólkatingslimur, tí als ikki stendur til at fella.

Eg haldi, at tað er nógv størri sannlíkindi fyri, at eitt skrivstovufólk í Havn meldar seg til panelið hjá Spyr.fo enn at t.d. egningarmaðurin á keiplássinum, ger tað. Og víðari vita nærum øll, sum hava áhuga fyri politikska landslagnum, at veljarar í Havn atkvøða væl meira til vinstru í føroyskum politikki enn fólk í útjaðara-Føroyum – tí eigur veljarakanningin hjá Spyr.fo, um nakað, at innihalda óvissu til fyrimuns fyri vinstravongin í føroyskum politikki, og harvið til fyrimuns fyri bæði Sjúrð Skaale og Magna Arge.
- Harvið standa teir ikki bara til at fella, men til at fella við einum braki.  

Tá Tjóðveldi seinastu árini hevur havt væl meira áhuga í katalonskum fullveldi enn føroyskum fullveldi, og tá val eisini skjótt skal vera í Katalonia, er tað væl nógv meira passandi, at Tjóðveldi heldur stillar upp í Katalonia enn í Danmark, og harvið átti rætta yvirskriftin handan alt orðaskvaldri og retorisku burtforkláringarnar hjá Sjúrður Skaale heldur at veri:

Pakka kuffertini, Sjúrður – ger teg kláran til Katalonia, Magni

Janus Rein


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi