Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Tað skal vera stuttur vegur frá diagnosu til viðgerð

Lesarabrøv | 04/03-2019 20:29

Eingin eigur at bíða longur enn ein mánað, frá tí at illgruni um sjúku er staðfestur, til viðgerðin er sett í gongd.

Sambandsflokkurin legði í undanfarnu tingsetu uppskot fyri løgtingið um viðgerðartrygd. Uppskotið, sum Kaj Leo Johannesen legði fram vegna flokkin, var ein áheitan á landsstýrið um at seta í verk eina skipan, sum skuldi veita øllum føroyingum trygd fyri, at sjúkuviðgerðir skuldu setast skjótt í gongd. Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum.

Sambandsflokkurin vil virka fyri einum málsetningi sum er, at eingin skal bíða longur enn ein mánað frá tí at illgruni um sjúku er staðfestur, til viðgerðin er sett í gongd.

Hetta er ein krevjandi málsetningur, men eingin ivi er um, at tað hevur stóran týdning fyri sjúklingar og alt samfelagið, at bíðitíðin verður so stutt sum til ber. Tað skal bera til hjá øllum sjúklingum at leita sær heilsubót innan stutta tíð frá fyrsta sjúkardegi. Her manglar nakað í føroyska samfelagnum.

Sama skipan fyri alt ríkið

Fyri nøkrum árum síðani varð ein skipan gjørd í Danmark, har tey søgdu, at tey góðtóku ikki longur, at fólk skuldu liggja sjúk ella hava pínu í óneyðuga langa tíð. Tí varð ein viðgerðartrygd bjóðað, og tann skipanin hevur virkað somikið væl, at vit eiga eisini at bjóða føroyskum sjúklingum tað sama. Serliga tá hugsað verður um, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og at vit senda nógvar sjúklingar til Danmarkar til viðgerðir, so er tað natúrligt, at tilboðið er tað sama.

Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið, um at fáa sett viðgerðartrygdina í gongd. Vónandi hendir nakað skjótt á økinum, og Sambandsflokkurin fer at raðfesta hetta høgt í komandi valskeiði.

 

Helgi Abrahamsen


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Lesarabræv
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi