Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Heitt karbað javnan styrkir hjartað og leingir lívið

Andøvsløtan | 10/03-2019 14:00

Nú brúka vit flestu brúsu og ikki baðikar. Men tey, ið eiga tað, skuldu hugsað seg væl um, áðrenn tey blaka tað út. Eins og sauna er prógvað at vera gott fyri hjartað, so benda kanningar á, at heitt karbað regluliga virkar líka væl.

Japanskir granskarar hava greinað heilsutøl hjá 873 fólkum millum 55 og 77 ár og funnið, at 41 stiga heitt karbað minst í 12 minuttir 5 ferðir um vikuna styrkir hjartað, puls, æðralag og reyðar blóðkroppar.

Granskararnir taka tó fyrivarni við, at fólk, ið javnan liggja í baðikarinum, liva kanska eitt minni strongt lív, og at tey tí liva bæði betur og longur.

Kom at hugsa um Winston Churchill av hesi kanning. Hann át, drakk og roykti dagliga 10 havanavindlar (nokk til at drepa ein tarv) og vandi ikki kropsliga. Men hvønn morgun lá hann í baðikarinum við hitamátara, so dryppandi kranin hitaði vatnið úr 38 upp í 40 hitastig. Gamli dikteraði blaðgreinar til skrivaran, ið sat uttan fyri gloppaðu baðirúmshurðina og stenograferaði, til liðugt var. Churchill bleiv 91 ár gamal, hóast honum bagdi ymiskt og var óklárur til síðst.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi