Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Lýsing
Lýsing

Betri barsilsskipan fyri bæði foreldur

Lesarabrøv, Politikkur | 08/03-2019 08:45

Týsdagin var eg við í kjakinum í samband við kvinnudagin 8. mars. Evnini vóru javnstøða, kynskvotering, barsil og abort. Í samband við barsil varð kjakast um, hvørt tað er eitt gott hugskot ella ikki at geva báðum foreldrum tíð heima við nýfødda barninum.

Skulu pápar tvingast heim at ansa børnum?

Hetta er ein spurningur, ið ofta stingur seg upp. Men hví tosa vit um tvingsil? Hví tosa vit ikki heldur um at geva báðum foreldrum somu møguleikar at vera saman við børnunum? Og ikki minni; børnunum møguleika at vera saman við báðum foreldrum? Fyri at velja øðrvísi, so skulu vit fyri tað fyrsta ganga ímóti tí, sum er vanligt. Tað er í sjálvum sær ein avbjóðing. Harnæst vísir tað seg, at tað loysir seg ofta ikki peningaliga, at pápin er heima, tí hann hevur hægri inntøku og rakar loftið fyri barsilsútgjaldingini. So kundu vit støðga har, kanska snakka um at hækka loftið, ið er eitt gott hugskot. Ella vit kundu spurt: Hví hevur pápin so ofta ta hægru inntøkuna? Tað eru sjálvandi nógvar orsøkir, men heldur enn bara at góðtaka hetta sum eina fortreyt, er tað áhugavert at seta spurnartekin við hana, tí tingini hanga saman.

Lønargjógvin

Tilsamans forvinna menn næstan dupult so nógv sum kvinnur í Føroyum. Lønarmunurin millum kvinnur og menn stendst serliga av at størvini, ið kvinnur velja, verða minni lønt, at kvinnur eru meira við hús og at vit verða mammur.

Tað vísir seg, at hvørja ferð kvinnur fáa børn verður truplari at koma upp á, ella upp um, somu løn sum arbeiðsfelagar. Hetta er t.d. tí kvinnurnar í so stóran mun eru tær, ið taka barnsburðarfarloyvið, og tí ikki eru til arbeiðis í upp til eitt ár. Hetta rakar ikki í sama mun páparnar, ið eru skjótir aftur til arbeiðis, og sum oftast ikki eru eins tyngdir av húsligum arbeiði og umsorganarábyrgdini.

Hin trupulleikin snýr seg um starvsleið. Tey kvinnudomineraðu størvini, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar og onnur yrki innan heilsu-, barna- og eldra-øki eru verri lønt enn størvini, ið menn oftast velja. Harafturat vísir tað seg at vera ógvuliga trupult hjá nógvum at fáa fulla tíð innan nevndu yrkisleiðirnar, tí tey eru normerað sum parttíðarstørv. Partvís av hesi orsøk arbeiðir meir enn helvtin av øllum kvinnum niðursetta tíð, tí kanningar vísa at fimta hvør av hesum kvinnum fegin vil arbeiða meir. Sjálvandi skulu vit sleppa at vera heima við hús, men skal okkara kyn avgera hvørt vit gera tað ella ikki?

Onkustaðni skulu vit byrja

Lønarmunurin millum menn og kvinnur, millum mammur og pápar, hongur sostatt saman við barnsburðarskipanini. Í dag er barsilsfarloyvið 46 vikur, harav fýra vikur eru oyramerktar til pápan. Í dag er barsilsskipanin aftur til viðgerðar. Um uppskotið verður samtykt verður farloyvið í hesum valskeiðnum longt við tveimum vikum afturat, harav onnur vikan fer til pápan. Hetta er ein gongd leið.

Hvør ynskir eitt samfelag, har kynið skerjir tínar møguleikar, bæði sum maður og kvinna? Vit skulu hava eina barsilsskipan, sum tryggjar báðum foreldrum møguleika at fara í barsil og knýta seg til barn sítt, umframt at hava møguleika at velja yrki, arbeiðstíð og umstøður á jøvnum føti.

Verði eg vald á ting, fari eg at arbeiða fyri, at vit fáa eina betri og smidligari barsilsskipan, sum eggjar foreldrunum at deilast um uppgávuna.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
10 sjúkrarøktar­frøð­ingar fingið prógv í serútbúgving innan krabba­meinssjúkrarøkt
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vestmanna kommuna fekk einki ítøkiligt tilboð um bygging á Kolastykkinum
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Beint nú á R7: FORMAÐU­RIN HEVUR ORÐIÐ: hesa ferð Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen: Sonja vildi ikki hava lands­stýrissessin í arbeiðsmarknaðarmálum
Smart, ábyrgdarleyst ella botnfrekt at "Bypassa" demokratiið?
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Norski krúnprinsu­rin vil tosa við systur sína um hennara heiti sum prinsessa
Myndarøð: Biskupstøðgarður
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Nýggjastu tíðindi