Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

STOPP. Nú má eg tala at!

Innanlands | 08/03-2019 15:36

Hoyrdi formannin í Búskaparráðnum nú á miðdegi tosað um, at yvirskotið í landkassanum var ov lítið, og at ein máti var at fáa skattirnir upp. Tilfeingisrentan sum er í fiskivinnuni, kemur ikki nóg væl til høldar. Hetta er ikki ein skattur, men heldur eitt nýtslugjald, og eigur at verða sett hægri.

Eg meini tað.

Tá børnini vóru smá, plagdi eg at lesa úr Æsops Fáblum. Flest okkara kenna søguna um gásina, sum varp Gullegg. Ein vísur maður var so eyðnusamur at eiga eina gás, sum hvønn dag legði eitt gullegg. Men hann var ikki nøgdur við ta seinu inntøkuna við einum eggi um dagin. Og við tí í huga, at fáa allan skattin í einum, drap hann gásina. Og tá hann spretti hana upp, fann hann júst tað sama, sum er í einari og hvørjari gás.

Mangur girnast meira, og missir alt.

Fiskikonan og maður hennara.
Einaferð var tað ein fiskikona og maður hennara sum búðu í eini runuveit. Søgan er úr einum ævintýri hjá Grimm brøðrunum, sum teir samlaðu saman í byrjanini av 1800 talinum. Men eftirsum tað er altjóða kvinnudagur í dag, havi eg vent ævintýrinum hjá Grimm á høvdi, og konan er vorðin maður, og maðurin er vorðin kona. Tað er nokk meir politiskt korrekt, og søgan broytist nú heldur ikki tað stóra av teirri orsøk.

Ævintýrið fortelur, at fiskikonan hvønn dag fór til arbeiðis at fáa mat á borðið. Og ein dagin hendi tað, at hon fekk eina flundru á húkin. Hesin fiskurin var tó ikki sum aðrir fiskar, tí júst sum hon fekk drigið hann úr vatnskorpuni, bað og bønaði flundran um grið, og um at fáa loyvi at liva.

Fiskikonan fekk samkenslu við fiskinum, serliga tí at hon ongantíð áður hevði fiskað ein fisk, sum dugdi at tosa.
Og heim fór hon til mannin, uttan nakran fisk. Tey búðu í eini runuveit, og tað vóru smá kor, men tey høvdu hóast alt til dagin og vegin – so dánt, og fiskikonan var sum so nøgd við sítt lív og sína tilveru. Maðurin harafturímóti, var ongantíð heilt nøgdur. Og tá konan fortaldi manninum um tann talandi fiskin, gjøgnumskoðaði maðurin skjótt, at her mundi verða talan um ein gyltan møguleika. Hann hevði hoyrt gomul ævintýr um, at talandi fiskar kundu uppfylla ynskir hjá fólki. Og eisini var hann av tí áskoðan, at fiskurin skyldaði fiskikonuni eina tænastu.

So hann sendi konuna til havs, fyri at biðja flundruna um eina tænastu. Maðurin vildi úr runuveitini, og vildi hava eina ordiliga smáttu í staðin. Og fiskikonan fór til havs og rópti:

Flundra lítla, flundra frí
Hoyr meg, eg skal siga hví
Maður mín, ja mín Emil
Vil nógv meira enn eg vil

Eftir lítlari løtu kom flundran, og konan segði henni ynski hjá manninum um eina nýggja smáttu. Flundran segði henni, at hon skuldi bara fara heim, tí ynski hennara var uppfylt. Og har var sjón fyri søgn. Ein nýggj smátta var vorðin til, í somu stund.

Men tað gekk knapt ein vika, so byrjaði maðurin at knarra og grenja um, at smáttan var vorðin alt ov lítil. Fiskikonan mátti aftur av stað, og nú skuldi hon biðja um eitt slott fyri mannin. Flundran kom beinanvegin upp til vatnskorpuna, og segði fiskikonuni, at hennara ynski var uppfylt. Hon fór heim, og har møtti henni eitt stórt flott slott, har smáttan áður hevði staðið. Men tey høvdu ikki meir enn sovið á slottinum, so sendi maðurin konuna avstað aftur. Nú vildi hann ikki bara verða kongur á slottinum – nei, hann vildi verða Pávi. Og sjálvandi var hetta ynski eisini gingið á møti av flundruni, og maðurin bleiv Pávi. Men konan var ikki meir enn komin heim til sín Páva-mann, so kom maðurin við einum nýggjum ynski. Hann var komin úr runuveitini, og hevði fingið alt sum hann peikaði á og ynskti sær. Nú var hann ikki bara maður eina fiskikonu, nú var hann Pávi. Hvat meir kundi hann ynskja sær.

Tá hann kom við sínum seinasta ynski, bleiv konan líkbleik, og beinini fóru at skelva undir henni. Hon svímaði næstan av berari ræðslu, men hon var tvungin av hansara harða hjarta og hørðu orðum til við ótta og bivan at fara til havs til flundruna við hesum ynskinum, sum skuldi verða hansara seinasta. Hon nærkaðist sjóvarmálanum og tí bláa havinum, har hon visti at tann gandakendi fiskurin svam. Og við bivandi rødd rópti hann út á tað víða havið.
Flundra lítla, flundra frí
Hoyr meg, eg skal siga hví
Maður mín, ja mín Emil
Vil nógv meira enn eg vil

Og tá fiskurin kom upp til vatnskorpuna, var tað ikki meir enn hon fekk málið upp av berum fjáltri. Og flundran spurdi: “Hvat ynski hevur maður tín í dag, sum hann vil hava uppfylt?” Við turrum varrum, og roðnandi andliti svaraði konan lágmælt: ” Hann ynskir at verða sum tann góði Guð á himni” Og fiskurin svaraði: Far tú heimaftur til mannin. Hann situr í runuveitini aftur”! Og konan kom heim, og har møtti hon manninum í runuveitini, og hann var meira niðurnívdur enn nakrantíð áður.

Ævintýrið um mannin í runuveitini er fortalt fyri sera nógvum fólkum gjøgnum tíðina. Sjálvur minnist eg tað frá mínum barndómi, og tá eg havi lisið fyri mínum egnum børnum. Ævintýrið er um menniskjans grammleika og maktgirnd.

Maðurin bleiv ongantíð nøgdur, tí hann ikki fekk steðga sínari girnd í góðari tíð. Og so var tað ein annar, sum gjørdi tað fyri hann.

Grammleiki og girnd er eisini eitt heitt evni í hesum døgum, og so sanniliga teimum døgum sum er farnir. Ár og øldir hava víst okkum hetta. Menniskjans grammleiki kann so lættliga viðføra óeydnu og vanlukkuligar avleiðingar fyri onnur menniskju. Man skuldi trú, at vit høvdu lært av lestinum um hóvsemi, men man grammleikin ikki aftur fara við okkum, so vit aftur og aftur fara av vegnum, og í runuveitina.

Og við hesum fáu orðum, kunnu tit óivað skilja, at eg als ikki taki undir við Búskaparráðnum, og útsøgnirnar um at leggja meira gjald á Fiskivinnuna í KVF á døgurða 8. Mars 2019, fyri at fáa líkningina at ganga upp. Hetta er burtur úr vón og viti, eftir mínum tykki, ein vanlukkulig leið at ganga.

Havið annars øll ein super góðan Kvinnudag, og eitt gott vikuskifti

Soleiðis skrivar Pól Huus Sólstein í dag. 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi