Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Lýsing
Lýsing

Varðveit tímarnar í føroyskum

Lesarabrøv, Politikkur | 10/03-2019 20:45

Nú málið um broytingar í fólkaskúlalógini er komið í løgtingið, kemur fram, at flest øll eru samd um, at vit ikki eiga at skerja tímatalið í føroyskum í fólkaskúlanum. Tað er gott.

Sum miðnámsskúlalærari síggi eg, at nógvir næmingar í dag hava stórar avbjóðingar, tá tað kemur til lesifatan, bæði í málsligu lærugreinunum, men eisini í samfelagsvísindaligu og náttúruvísindaligu lærugreinunum.

Á miðnámi lesa næmingar tekstir á serliga føroyskum, donskum og enskum. Sjálv undirvísi eg í donskum, og síggi at tey hava trupult við at lesa danskt. Næmingar, ið hava trupulleikar í donskum hava ofta somu trupulleikar í føroyskum, og er tað oftast ikki sjálvt málið, ið er trupulleikin, men heldur manglandi grundleggjandi lesifatan.

Grundleggjandi lesifatanin má fyrst og fremst fremjast á móðurmálinum. Um næmingar ikki fyrst læra føroyskt væl og virðiliga og at lesa og viðgera fjølbroyttar tekstir á móðurmálinum, tá verður torført at lesa t.d. yrkistekstir á øðrum málum, tí avbjóðingin er sjálv venjingin í at lesa ymisk tekstsløg.

Vit mugu raðfesta, at ein grundleggjandi og breið lesifatan verður tryggjað í hesum nógvu tímunum í føroyskum í fólkaskúlanum, soleiðis at næmingar kunnu flyta hesa fatan yvir á onnur mál eisini.


Orð eru brýr

Vit kenna flest øll hugtakið ”No man is an island” úr yrkingini hjá John Donne frá 1624. Norski rithøvundurin Tarjei Vesaas skrivar soleiðis um sama hugtak í 1964:

”Kvart menneske er ei øy, som kjent. Så det må bruer til.(…) Det finst finare bruer enn ord over til andre, men berre i den rette sjeldne stund. (…) Likevel: tusen gonger oftare er ordet bru.”

Hetta er sera týdningarmikið í mun til málfatan – orðini eru brúgvar millum okkum menniskju, hesar brúgvar skulu eisini byggjast millum næmingin og ymsar hættir at lesa ymisk sløg av teksti.

Tað er av stórum týdningi, at tá vit lesa, skriva, tosa – í heila tikið tá ið vit brúka orð, byggja vit brýr, og tað er har vit læra nakað – óansæð um tað eru fagrar bókmentir ella yrkisbókmentir vit lesa.

Tí er tað mín vón, at vit varðveita hesar tímar í føroyskum í fólkaskúlanum. Og at vit serliga í eldru flokkunum lata næmingar - ikki bara lesa nógv, men eisini lesa fjølbroytt, skriva og kjakast, so tey kunnu byggja nógvar brýr, áðrenn tey halda fram í útbúgvingarskipanini. Til tess krevst ein endurskoðan av frálæruni í føroyskum.


Hvat kann gerast?

Nú um 90 % av okkara ungu fara á miðnám, er neyðugt, at gjógvin millum fólkaskúlan og miðnám gerst minni. At næmingurin seinnu árini í fólkaskúlanum, í móðurmálsundirvísingini, verður fyrireikaður uppá undirvísingina sum miðnámsskúlin bjóðar, og at undirvísingin á miðnámi kann byggja uppá tað, sum er lært í fólkaskúlanum.

Kunnu tímatølini á ymsu floksstigunum í lærugreinini endurskoðast? Ella ber til at flyta onkrar av málsetningunum, ið skulu røkkast í eldru flokkunum niður í yngri flokkar? Sum nú er, er tímatalið í føroyskum í 7.-9. flokki munandi minni enn øll hini árini. Kundi lærugreinin havt ein málsetning um serligt økt samstarv við hinar lærugreinarnar í 7.-9. flokki, so tilvitanin um mál, orð og tekstslag fylgir við tá næmingurin lesur tekstir á føroyskum í søgu/samtíð, kristni, lívfrøði o.s.fr.?

Vónandi fer endaliga broytta skipanin at vera við til at skapa brýr millum fólkaskúlan, restina av útbúgvingarskipanini, og lívslongu læringina hjá næminginum. Brýr, ið eru neyðugar, óansæð hvørja yrkisleið næmingurin velur aftaná loknan fólkaskúla.

Birna Heinesen,
valevni fyri Javnaðarflokkin til komandi løgtingsval

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
10 sjúkrarøktar­frøð­ingar fingið prógv í serútbúgving innan krabba­meinssjúkrarøkt
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vestmanna kommuna fekk einki ítøkiligt tilboð um bygging á Kolastykkinum
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Beint nú á R7: FORMAÐU­RIN HEVUR ORÐIÐ: hesa ferð Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen: Sonja vildi ikki hava lands­stýrissessin í arbeiðsmarknaðarmálum
Smart, ábyrgdarleyst ella botnfrekt at "Bypassa" demokratiið?
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Norski krúnprinsu­rin vil tosa við systur sína um hennara heiti sum prinsessa
Myndarøð: Biskupstøðgarður
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Nýggjastu tíðindi