Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Lýsing
Lýsing

Nýggjur kolavegur í Hvalba

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 11/03-2019 11:00
Mynd: Hergeir Nielsen

Frálíka frágreiðingin hjá hvalbingum, sum Róin Schrøter bar fram, varð nevnd, men ikki meiri enn tað. Skilligt er, at stovnurin roynir at tiga hana burtur

Landsverk fekk síni sjónarmið ígjøgnum á sunnudagsfundinum í SALT, og stovnurin var ikki komin norður um Dalsfles, tá litaða fundarfrágreiðing stovnsins stóð í miðlunum.

Frálíka frágreiðingin hjá hvalbingum, sum Róin Schrøter bar fram, varð nevnd, men ikki meiri enn tað. Skilligt er, at stovnurin roynir at tiga hana burtur

Skilagóðu sjónarmiðini hjá hvalbingum um at leggja ein framtíðartryggjaðan tunnil í neðra kundu ikki rekast aftur, men hildið varð kortini fast um ein fortíðartryggjaðan tunnil uppi í kavaroki og ísi, tí hann var komin áleiðis, og var so nógv styttri og nógv bíligari.

Líka so frálíki fyrispurningurin frá Kristiani Stórhamar verður heldur ikki nevndur. Her váttaði Landsverk, at teir einans høvdu kannað fjallið, har teir leggja hendan nýggja kolavegin.

Sjálvandi tí, at hetta var bíligasta loysnin, nú 150 mió.kr. skuldu brúkast til ”innkomuvegir” í Tórshavnar og Runavíkar kommunum, sum landsstýrismaðurin longu hevur lagt á tingborð.

Her suðuri um okkara leiðir lærdu vit nógv av Hovstunlinum, har vit tóku bæði linjuføring og fígging úr hondunum á landsstýrismanninjum, ið tá sat.

Tá spardu vit burtur tvær longri autostradur niðan móti Hovstúgvuni Øravíkar- og Hovsmegin, og vit fingu landsins besta tunnil við einum hanagleivi av til- og frákoyringarvegum báðumegin við.

Totala ørskapinum hjá landsins verki og stýri lærdu vit nógv av her suðuri, men í Havn hvørki skiltu ella lærdu tey nakað sum helst.

Váttað varð av landverki, at fyrst gjørdi man av, hvar nýggi kolavegurin skuldi liggja, og síðan fór man at leita eftir rivum í klettinum, sum man kortini kom framá, tá ið borað verður. Forkanningarnar vóru soleiðis komanar undir land, og klárt var at fáa ein landsstýrismann at skjóta ein vátan kinesara niðri í Slokkunum úti í Nesi.

Nú Føroyar eru stórsti CO2 syndarin í heiminum pr. capita varð sóknast eftir CO2 roknskapinum, nú ein tunnil varð lagdur 100 óneyðugar metrar uppi, har 2- 3- 400.000 bilar ella tons, skuldu lyftast upp um árið, men har var einki svar.

Tað er tíverri so pínligt, at almenni myndugleikin als ikki nevnir CO2 við einum orði, hvørki í málinum um Hvalbiartunnilin ella í Samferðslufrágreiðingini, sum kemur til aðalorðaskiftis á tingi nú mánamorgunin.

Føroyar floyta tíverri á skil og fundvísi og á, at landið er heimsins stórsti CO2 syndari.

tað skrivar hergeir Nielsen á facebook vanga sínum.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
10 sjúkrarøktar­frøð­ingar fingið prógv í serútbúgving innan krabba­meinssjúkrarøkt
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vestmanna kommuna fekk einki ítøkiligt tilboð um bygging á Kolastykkinum
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Beint nú á R7: FORMAÐU­RIN HEVUR ORÐIÐ: hesa ferð Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen: Sonja vildi ikki hava lands­stýrissessin í arbeiðsmarknaðarmálum
Smart, ábyrgdarleyst ella botnfrekt at "Bypassa" demokratiið?
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Norski krúnprinsu­rin vil tosa við systur sína um hennara heiti sum prinsessa
Myndarøð: Biskupstøðgarður
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Nýggjastu tíðindi