Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Ótryggu karmarnir hjá fiskivinnuni mugu fáa ein enda!

Innanlands, Lesarabrøv | 11/03-2019 11:38
Birgir Nielsen

Vit mugu fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu, sum ger, at fiskivinnan aftur fær álit á politisku skipanina, at nýíløgur kunnu fremjast, og at fiskivinnan í framtíðini megnar at rinda eitt tilfeingisgjald til landskassan, sum hvørki er ov høgt ella ov lágt.

Fiskivinnan skal sjálvsagt gjalda 100-200 mió. kr. meira sigur Búskaparráðið

Eg gjørdist ikki sørt skakkur av niðurstøðuni í nýggjastu búskaparfráðgreiðingini, og ikki minst av samrøðuni við Djóna Højgaard, formann í Búskaparráðnum í KVF tann 8. mars. Grundgevingin frá Búskaparráðnum var annars, at yvirskotið hjá landskassanum á 400mió.kr. var 100-200 mió.kr. ov lítið. Alt gott um tað, og eri eg eisini samdur í, at avlopið átti at verið hægri hjá landskassanum í slíkum góðum tíðum.

Loysnin frá Búskaparráðnum var, at fiskivinnan skal rinda munandi meir. Sum um tær 300 mió. kr. ikki vóru nokk. Nei nú skal fiskivinnan rinda 100-200 mió. kr. afturat um árið. Allur botnfiskur (tvs. 100%) skal seljast á uppboðssølu.  Grundgevingin var, at tey mest effektivu í fiskivinnuni skuldu keypa (helst so dýrt sum gjørligt) á uppboðssøluni, meðan restin av fiskivinnuni, sum annars stríðast hvønn dag, men sum av einhvørjari orsøk ikki megna at keypa, tíverrri mugu fara úr vinnuni sum ”taparar”, sum formaðurin segði.  

Uppboðssølu-eksperimentið hjá verandi samgongu er langt síðani kolsilgt. Ongir nýggir aktørar eru komnir í fiskivinnuna, orsakað av uppboðssølunum, sum var sjálvt endamálið hjá samgonguni - uttan nøkur virkir sum framum onnur á ein ógjøgnumskygdan hátt fingu tillutað menningarkvotur. Ótryggleikin í fiskivinnuni hevur tískil ongantíð verið størri enn í dag.

Sum búskaparfrøðingur eri eg als ikki samdur við Búskaparráðnum, at besta loysnin at fáa økt um úrslitið hjá landskassanum er at økja munandi um gjøldini frá eini uppboðssølu av øllum botnfiski í Føroyum. Hetta er sum at kippa hønuna, sum verpir gulleggini. Heldur átti Búskaparráðið at lagt størri dent á at greitt meira ítøkiliga frá, hvar sparingar og effektiviseringar kundu verið framdar á bæði útreiðslusíðuni og íløgusíðuni hjá tí almenna. Her hevur vøksturin verið sera stórur síðstu árini. Men inntøkusíðan er sjálvsagt meira líkatil at fara eftir, tí tað onki kostar tí almenna, men vinnan skal gjalda gildið.

At vera politiskt korrektur

Eftir mínum tykki er tað vorðið alt ov lætt og helst eisini ”politiskt korrekt” hjá nógvum ”lærdum” fólki í Føroyum at fyrigygla okkum øllum, at fiskivinnan í ”teoriini” skal kunna geva 100-200 mió.kr afturat, bara frá botnfiskaveiðuni, uttan at hetta fær álvarsamar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Hetta er eftir mínum tykki ørvitistos og vísur, at Búskaparráðið ikki veruliga hevur sett seg inn í viðurskiftini hjá okkara fiskivinnu. Mær vitandi hevur botnfiskaveiðan undir Føroyum síðstu mongu árini ikki givið nevnivert av rakstaravlopum, soleiðis at vinnan klárar at rinda stór veiðugjøld, ella tíðansheldur megnar at endurnýggja seg við nýggjum framkomnum fiskiskipum.

Nýggj fiskivinnulóggáva er neyðug           

Við verandi fiskivinnulóggávu og teimum ynskjum, sum Búskaparráðið harafturat hevur víst á, mugu vit í dag staðfesta, at øll fiskivinnan í Føroyum er væl á veg at blíva undirløgd eina politiska ”detailstýring”, sum onki annað land í Norðuratlandshavi fyrr hevur sæð. Hetta hevur longu skapt stóran ótryggleika í okkara fiskivinnu.

Fiskivinnan hevur brúk fyri góðum og stabilum langtíðarkørmum. Málið má vera, at øll fiskivinnan við nýíløgum og effektiviseringum næstu árini megnar at skapa enn størri búskaparlig úrslit, sum bæði vinnan og føroyska samfelagið kunnu njóta gott av.

Tí mugu vit fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu - ongantíð ov skjótt, sum ger, at føroyska fiskivinnan aftur fær álit á politisku skipanina, at nýíløgur kunnu fremjast, og at fiskivinnan megnar at rinda eitt tilfeingisgjald til landskassan, sum hvørki er ov høgt ella ov lágt.

Ein nýggj fiskivinnuloysn kundi eftir mínum tykki sæð áleið soleiðis út:

  • Uppboðssølan skal avtakast.
  • Fiskidagaskipanin undir Føroyum heldur fram.
  • Umleggja menningarkvoturnar til varandi kvotur.
  • Sterkur brúksrættur (ikki ognarrættur/privatisering) yvir t.d. 12 ár í senn. (sum í alingini)
  • Størst møguliga umsetiligheit í fiskirættindum við serligari skattaskipan við sølu.
  • Mest møgulig virðisøking og menning í Føroyum.
  • Gjald/ressoursurenta skal byggja á yvirskot hjá fiskivinnuni við møguleika fyri nýíløgum, og ikki eitt fast krónutal  pr. avreitt kilo.

Vónandi kann ein breið semja fáast um eina slíka loysn eftir næsta løgtingsval.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi