Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Pallborðsfundur um rættin til góð barnaár

Innanlands | 13/03-2019 15:00

Blái Krossur Føroya hevur landsfund í vikuskiftinum, har millum annað umboð fyri allar flokkar á tingi fara at luttaka á pallborðsfundi.

Komandi vikuskifti hevur Blái Krossur Føroya landsfund á Toftum. Á skránni verður millum annað almennur pallborðsfundur, har umboð frá øllum politisku flokkunum fara at tosa um týdningin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing.

Øll hava rætt til góð barnaár

Blái Krossur Føroya hevur í nøkur ár arbeitt við verkætlanini “Øll hava rætt til góð barnaár”, har fokus hevur verið á at hjálpa børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing. Hetta verður evnið á pallborðsfundinum leygardagin kl. 15.30, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og umboð fyri allar politisku flokkarnar á tingi luttaka.

Jón Brian Hvidtfelt verður orðstýrari á pallborðsfundinum, og sløkkiliðsmennirnir luttaka við sangi.

Nógv annað verður á skránni fyri landsfundin, og skráin kann lesast á heimasíðuni hjá Bláa Krossi.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi