Fyrsta afturlatna uppboðssølan verður tann 21. mars
Vørn kunnar møguligar keyparar um mannagongdirnar.
Fyrsta afturlatna uppboðssølan av veiðirættindum í ár verður tann 21. mars, og tá verða seld 1, 3 og 8 ára rættindi til svartkjaft. Tí boðar Vørn frá í dag.
“Feløg sum vórðu góðkend at luttaka í 2018, noyðast ikki at biðja um nýggja góðkenning, fyri at luttaka í 2019, um ongar broytingar eru farnar fram í ognarviðurskiftunum,” sigur Vørn.
Ikki áður góðkend feløg, skulu lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur áðrenn uppboðssølan byrjar.
Vørn heitir á keyparar um at seta seg væl inn í, hvør prísáseting er galdandi á tí einstøku uppboðssøluni. Vørn hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar prísásetingar eru galdandi. Hetta yvirlit liggur á heimasíðuni hjá Vørn undir “Uppboðssøla 2019”. Eisini kunngerðin um uppboðssølu er at finna á heimasíðuni hjá Vørn.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur