Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Betri Banki eigur nú 25% av P/F Suðuroyar Sparikassa

Innanlands | 13/03-2019 15:14

Í sambandi við hækkan av partapeninginum í P/F Suðuroyar Sparikassa í 2012, sum hevði til endamáls at brynja P/F Suðuroyar Sparikassa til framtíðarkrøv, tók Suðuroyargrunnurin upp lán frá lánveitara. Hetta lán kundi sambært avtalu afturgjaldast við partabrøvum í P/F Suðuroyar Sparikassa. Hetta hevur ført til, at partabrøvini eru avhendað til P/F Betri Banka, sum nú eigur 25% av Suðuroyar Sparikassa.“P/F Suðuroyar Sparikassi hevur ein tryggan marknaðarpart í Suðuroy við sera góðum privatkundum, so vit vóru ikki í iva um at taka av. Vit eru eitt serføroyskt samtak, ið bara virkar á føroyska marknaðinum, so hetta var ein upplagdur møguleiki hjá okkum at gera eina íløgu í Føroyum.” sigur Jean Djurhuus, forstjóri í P/F Betri Banka.

Bæði Jean Djurhuus, stjóri í P/F Betri Banka, og Søren L. Bruhn, stjóri í P/F Suðuroyar Sparikassa, síggja hetta sum ein møguleika at menna eitt samstarv til gagns fyri kundarnar. Enn eru møguleikarnir ikki viðgjørdir, men Søren L. Bruhn leggur aftrat, at kundar í Suðuroyar Sparikassa kunnu fáa ágóða av einum tættari samstarvi við P/F Betri Banka, eins og við aðrar spælarar í føroyska fíggjargeiranum.

Søren L. Bruhn vísir á, at hóast P/F Betri Banki nú verður partaeigari í P/F Suðuroyar Sparikassa, fær hetta ikki ávirkan á, hvussu P/F Suðuroyar Sparikassi verður rikin og skipaður. Sølan ávirkar ikki ræðisrættin hjá Suðuroyargrunninum, sum við sínum 66 % ognarskapi hevur fult ræði á P/F Suðuroyar Sparikassa.

INNSENT Tíðindaskriv Í DAG. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi