Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Lítil vindur við regni og vátaslettingi í dag

Innanlands | 14/03-2019 08:00

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt lágtrýst, 978 hPa, í ein útsynning úr Íslandi, flytur seg spakuliga eystureftir móti havleiðunum vestanfyri Føroyar. Tilhoyrandi brúgvalagið við regni og vátaslettingi, fer framvið Føroyum í dag.

Veðurvánirnar:

Gul til andøvsgul av eystri ella av ymsum ættum, 4 til 7 m/s. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og regn ella vátaslettingur. Hitin fer at liggja millum 2 og 6 stig. Í kvøld og í nátt snarar ættin í útsynning og vestan, og tað klárnar, tó verða regn- og vátaslettingsæl. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og 5 stig, í nátt verður onkrastaðni niðanfyri frostmarkið.

Veðrið fríggjadagin:

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, upp til 7 m/s. Út á kvøldið og náttina snarar ættin í landnyrðing, og vindurin veksur til gul til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við ælaveðri, sum kann vera við vátaslettingi. Hitin um dagin fer at liggja um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 stig.

Veðrið leygardagin:

Vindurin veksur til andøvsgul til strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Eitt skifti verður uppí hvassan vind, 15 m/s. Tað verða regn- ella vátaslettingsæl, men eisini sólglottar av og á. Hitin fer at liggja millum 2 og 5 stig, um náttina verður onkrastaðni niður ímóti frostmarkinum.

Veðrið sunnudagin:

Andøvsgul til strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum minkar niður í lot til gul av norðri, 2 til 5 m/s. Sum frá líður verður turt við nakað av sól ella sólglottum. Hitin fer at liggja um 5 stig. Um kvøldið verður eitt skifti lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Mánanáttina veksur vindurin av útsynningi til gul til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað verður turt fyri tað mesta og lutvíst klárt vegur. Tað verður kalt - millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

Veðrið mánadagin:

Gul til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður nakað av sól ella sólglottar, men eisini einstøk æl. Hitin hækkar uppí 6 til 8 stig. Týsnáttina veksur vindurin til andøvsgul til strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og eitt skifti fer at regna. Hitin fer framvegis at liggja millum 6 og 8 stig.

Og veðrið týsdagin:

Andøvsgul til strúk í vind av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin um dagin fer at liggja um 8 stig, um nátina millum 4 og 7 stig.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi