Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Prestagarðsfjós á Nesi verður endurskapt sum savnsbygningur

Innanlands, Mentan | 14/03-2019 10:00
Mynd: Nes kommuna

Ætlanin verður løgd fram á hátíðarhaldi í Gamla Prestagarðinum tann 23. mars.

Nú 200 ár eru liðin, síðani V. U. Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim, verður føðingardagurin hátíðarhildin við einum tiltaki í kirkjuni og Gamla Prestagarðinum á Nesi, leygardagin 23. mars. Samstundis fara fyrireikararnir at avdúka eina verkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við Gamla Prestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.

Tað var V. U. Hammersaimb, sum lat Gamla Prestagarðin byggja, og hann flutti við familjuni inní hann í 1863.

Nes var ikki bara kirkju- og mentanardepil, men har var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkur í jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi og Garðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alin langt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinum stóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.

Søguríkt stað

“Prestasetrið á Nesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæði andaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- og prestasøgu man lítil ivi vera um, at Nes er søguríkasta staðið, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina,” stendur í einum tíðindaskrivi frá Nes Kommunu.

Tiltakið í sambandi við 200 ára dagin byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen, lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti. Síðani fer Ólavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna á Nesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikur framførdur í kirkjuni hendan dagin.

Eftir fyrilestrarnar í Nes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trý langabbabørn hjá V. U. Hammershaimb luttaka. Umframt at koma við eini ættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.

Ein arbeiðsbókur undir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt við møguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm við teimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskot til nýggja savnsbygningin, og tað uppskotið verður

almannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandi bygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar til støddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði og skrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.

Síðani Hammershaimb í 1878 flutti til Danmarkar hava 9 sóknarprestar verið á prestagarðinum. Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrikur Petersen, sum var ættaður úr Saltnesi.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi