Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Marius Ziska á mentanarnáttini

Innanlands | 14/03-2019 23:00


Fríggjadagin hin 31. mai fer mentanarnáttin á Tvøroyri av bakkastokki. Tiltakið er vaksið í vavi ár um ár, og í ár verður einki undantak. Í fjør eydnaðust tiltøkini framúr væl og fólk lótu sera væl at.

Tónleikur er ein sjálvsagdur partur av mentanarnáttini og fyrsta navnið vit kunngera í ár, er dugnaligi tónasmiðurin úr Søldafirði, Marius Ziska.

Marius hevur ikki spælt í Suðuroynni síðan 2005 og gleðir hann seg sera nógv til at koma suður at framføra. Marius hevur seinastu árini sligið seg fastan sum ein av okkara allar dugnaligastu tónleikarum og eitt nú kenna vit einastandandi rødd hansara frá sanginum “going home”, ið var ímyndin av átakinum hjá Visit Faroe Islands “Unspoiled”, “Untouched” í 2015. Tónleikurin hjá Marius fór við hesum átaki kring allan heimin og er hann sera nógv umbiðin bæði her heima og uttanlands.

Vit eru sera fegin um at hava fingið Marius á skránna hjá okkum í ár og gleða okkum at bjóða teimum vitjandi eina serastaka tónleikauppliving. Júst stað og klokku kunngera vit seinni.

Lagið “Going Home” kann hoyrast herhttps://www.youtube.com/watch?v=R2Gln5ZJfg4 og nýggjara, frálíka lagið “Silvurlín” kann hoyrast her https://www.youtube.com/watch?v=1WtmdNxScB0.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi