Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Regn og vátaslettingur, men lítið av vindi

Innanlands | 15/03-2019 07:21

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt lágtrýst, 982 hPa, yvir Føroyum, flytur seg spakuliga í ein landsynning. Í vikuskiftinum fer eitt djúpt lágtrýst í ein útsynning úr Bretsku oyggjunum at flyta seg í ein landnyrðing móti syðra partinum av Skandinavisku hálvoynni, og tað gevur okkum eitt skifti kalt høgættarluftrák.

Veðurvánirnar:

Lot til gul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Sum frá líður veksur vindurin til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Tað verður framvegis ælaveður við regni, vátaslettingi ella kava. Hitin fer at liggja millum 1 og 5 stig, í nátt millum frostmarkið og 3 stig.

Veðrið leygardagin:

Gul til frískan vind av eystri, 5 til 10 m/s. Á syðru oyggjunum verður lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Tað verður skýggjað fyri tað mesta við regni og vátaslettingi av og á. Út á sunnunáttina verður frískur vindur til hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Tað verða einstøk regn- ella vátaslettingsæl, men onkrastaðni verður klárt i veðrinum. Hitin fer at liggja millum 2 og 5 stig.

Veðrið sunnudagin:

Andøvsgul til strúk í vindi av landnyrðingi og norðri, 7 til 12 m/s, sum minkar niður í lot til gul, minni enn 6 m/s. Tað verður nakað av sól ella sólglottar og bert einstøk æl. Hitin fer at liggja um 5 stig. Um kvøldið verður eitt skifti lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hitin fer at liggja millum 2 og 5 stig.

Veðrið mánadagin:

Gul til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður turt og nakað av sól. Hitin hækkar uppí 6 til 8 stig. Týsnáttina veksur vindurin uppí andøvsgul til strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað við regni av og á. Hitin fer eisini tá at liggja  millum 6 og 8 stig.

Veðrið týsdagin:

Andøvsgul til strúk í vindi, 7 til 12 m/s, onkrastaðni hvassur vindur, 15 m/s. Tað verður skýggjað við regni av og á, men tað verður turt fyri tað mesta. Hitin um dagin fer at liggja um 8 stig, um náttina millum 4 og 6 stig.

Veðrið mikudagin:

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin fer at liggja millum 4 og 7 stig.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi