Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fróðskaparsetrið fer at bjóða eina nýggja útbúgving í løgfrøði

Innanlands | 15/03-2019 10:30

Útbúgvingin fer at líkjast donsku útbúgvingini, men hon verður meira snikkað til eitt lítið land við avmarkaðari lóggávuorku.

Landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, góðkendi í gjár, at Fróðskaparsetrið í heyst kann fara undir eina nýggja útbúgving í løgfrøði. Talan er um eina bachelorútbúgving í lóg, og tá bachelorútbúgvingin verður lokin um trý ár, verður ætlandi eisini møguligt at halda fram við at nema sær embætisprógv í lóg. Tað merkir, at tað fer at bera til at nema sær siðbundnu 5 ára løgfrøðiútbúgvingina í Føroyum.

“Løgfrøðiútbúgvingin verður lík teirri donsku útbúgvingini, men fer at leggja dent á skeið, sum eru serliga viðkomandi fyri Føroyar. Eisini fer útbúgvingin at leggja serligan dent á háttalagsskeið, ið eru serliga viðkomandi fyri eitt lítið land við avmarkaðari lóggávuorku,” stendur í einum tíðindaskrivi frá Mentamálaráðnum.  

Tey, sum ynskja at fara undir at lesa bachelor í lóg aftan á summarferiuna, skulu søkja í seinasta lagi 1. juli.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi