Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Samstarva um at menna heilsuverkini í Útnorðri

Heilsa | 15/03-2019 11:00

Heilsumálaráðharrarnir úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum hava havt fund í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.

Í vikuni hevur fundur verið í Norðurlandahúsinum millum heilsumálaráðharrarnar úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum.

Tær tríggjar, Martha Abelsen úr Grønlandi, Svandís Svavarsdóttir úr Íslandi og Sirið Stenberg hava á fundinum viðgjørt møguleikarnar fyri øktum samstarvi innan heilivágsøkið og í mun til at útbúgva og fáa fatur á fleiri læknum og øðrum heilsustarvsfólkum. Tað stendur í einum tíðindaskrivi frá Innlendis- og Heilsumálaráðnum.

Á fundinum greiddu tær tríggjar frá um gongdina seinnu árini, og her helt Sirið Stenberg, at tað stendur væl til í føroyska heilsuverkinum. Hon vísti á, at mong frambrot eru gjørd á sjúkrahúsøkinum. “Virksemið er økt nógv, og bara hetta síðsta árið er virksemið vaksið næstan 10 prosent í sjúkrahúsverkinum. Eisini hava munandi fleiri serlæknar tikið við starvi á sjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini,” segði hon.

Hava somu avbjóðingar

Hóast ymisk í vavi, so stríðast heilsuverkini í Útnorðri við fleiri av teimum somu avbjóðingunum. Eftirspurningurin á heilsutænastum økist í stórum, og tó at batar eru, so hava londini ilt við at fáa til vega nóg nógvar læknar at seta í føst størv.

“Viðgerðarhættirnir við heilivági gerast betri og fleiri og harvið eisini dýrari, og er hetta ein gongd, sum leggur trýst á útreiðslurnar í heilsuverkinum allastaðni, og neyðugt er við neyvari stýring og skynsomum raðfestingum innan heilivágsnýtsluna,” stendur í tíðindaskrivinum frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Umframt fundin í Norðurlandahúsinum vitjaðu heilsumálaráðharrarnir eisini framleiðsueindina hjá Apoteksverkinum og á Landssjúkrahúsinum.     


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Allan Samuelsen: Country & Blues festivalu­rin hevur vind í seglini
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
Cruise­skip við 1300 fólkum í havsneyð 1-2 sjómíl frá norsku strondini
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
Flaggdagin 2018 var tøki peningur lands­kassans negativur
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Louisa Joensen rópar varskó, meðan hon ansar føroysk ross í 47 m/­s
Botnurin er lagdur fyri árið
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjar­lóg fram
Prát við Jóhan í Niðristovu, um vindmyllur
Nógvar 100-tals milliónir oyramerktar til okkara heilsuverk hvurvu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi