Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Toskurin ferðast

Fiskivinna | 15/03-2019 16:36

Eg havi altíð havt áhuga fyri fiskiskapi, og havi undrast yvir, at Havstovan ofta  hevur sagt, at toskurin á Føroyagrunninum er støðufastur

                                                     

Eg bað Havstovuna um innlit í merkingar av toski undir Føroyum, og bað tey vísa á, hvussu nógvir av hesum toskum eru fingnir aftur aðrastaðni. Hetta havi eg fingið. Men av eini ella aðrari grund hevur Havstovnan ikki talt allar toskarnar við, sum onglendingar hava skrásett frá 1959 til 1967. Havstovan hevur skrásett 13 toskar, men eftir knattstøðunum sum toskarnir eru fingnir aftur á, fái eg tað til 19. Eg havi so gjørt eina talvu, har eg eisini brúki míni tøl.  Hvørgar av útrokningunum vísa, at toskurin er støðufastur.

Havstovan merkir altíð fisk seinast í september ella í oktober, tá fiskurin ferðast lítið og onki. Eg veit ikki, hví Havstovan steðgaði við at merkja tosk um vári, tá so stórt tal av teimum merkjunum vórðu afturfingin uttan fyri Føroyska landgrunnin.

Hinar fiskivinnutjóðirnar merkja toskin um vári fyri at síggja, hvar toskurin ferðast.

Nú havi eg hugt gjølla eftir tølunum, og eg fái tað til, at toskurin flytir rættiliga nógv inn og út av grunninum serliga um vári, tá gýtingin er.

 Danir stóðu fyri merkingunum frá  1909 -13, 1922 – 27, 1932 – 38 og 1952 – 65.   Onglendingar stóðu fyri royndunum frá 1959-67.   Frá 1968 til 1996 eru tíverri ongar merkingar gjørdar. Føroyingar stóðu fyri royndunum frá 1997-2018.

 

Hesar talvur eru eisini í Mynd 1 og 2

Tíðarskeið                                Fingnir uttan      

   Ár      Merktir   Fingnir  í %   fyri FO                   Staður                    Í miðal gevur tað 1 av hvørjum

1909-13      4051        1.664    41     1                            Hetland                                                1/1.664

1922-27      1871           490    26     1                                                                                            1/490

1932-38      1094           189    17     1                              Noreg                                                    1/189

1952-65      6512         1.043   16     3   Ísland, Hetland, Norðsjógvur                                          1/348

1959-67     11699        1.828   16    13  Frá Grønlandi,Norðsjónum,Noregi og Barentshavinum 1/141

 við 19 toskum            1.828   19                                                                                                    1/ 96

1997-2018  43000     14.000   33    14 Frá Íslandi, Norðsjónum, Noregi og Barentshavinum. 1/1.000

 

Tilsamans  68227       19214    28 %        Av 68.227 eru 49.013 merkir toskar eru ikki komin aftur

 

Merkingar um vári

                                                                                                                 fingnir                                                                 merkt       Ár merkt  Mýlingsgrunnur V/Sandoy  N/ Viðoy  Tilsamans  aftur      %    uttanlands  1 av

2000                                 454                                        293         747

2002                                                                               106         106

2003                                   63                         9                            102

2004                                   53                     579                            632

2005                               1015                                                     1015

 

tilsamans                        1585                      618           399        2602       611      23         4         1/153

 

Av hesum 2602 toskunum, sum eru merktur um vári, eru 611 fingnir aftur, sum er 23 %.      Av hesum  eru 4 fingnir uttanfyri Føroyska landgrunnin, men tað mangla  1991 toskar.        

Sambært fiskifrøðingum er náttúrudeyðin 17%.

Sjálvandi er ringt at siga, hvar hesi merkini eru, og tað er heldur ikki so lætt at síggja merkini, tá maskinur gera nógv av  arbeiðnum umborð á flestu skipum.

Tað kann tykjast løgið, at tað seinasta merki, sum bleiv fingið aftur uttanfyri Føroyska landgrunnin, var tann 22. januar 2007 tað vil siga fyri meira enn 12 ár síðani. Men nøkur av hesum merkjum eru fingin aftur av føroyskum skipum, sum hava fiskað uttanlands.

Eg meini, at merkingarnar, sum Havstovan hevur gjørt í september og oktober, vísa, at bert 1 av hvørjum 1.000 toskum ferðast  út av landgrunninum. Men kunnu hesar merkingar brúkast til at siga, at toskurin ikki ferðast, tá merkiroyndir, sum eru gjørdar um vári, vísa nakað heilt annað.

Teir 4 toskarnir frá vár merkjingunum eru fiskaðir. 1 merki er funnið aftur eystur úr Íslandi, 1 er funnið eystur úr Hetlandi, 1 á Íslandsrygginum, 1 er funnið eystur úr Bjarnoynni, sum er 940 fjórðingar frá har hann var merktur. Sum sæst eru teir farnir í allar ættir.

Tann toskurin, sum hevði ferðast longst, var merktur vestan fyri Suðuroynna, og varð fingin aftur umleið 60 fjórðingar suður úr Svaldbard. Hesin toskurin hevði ferðast 1025 fjórðingar.

Havstovan hevur merkt 43 000 toskar árini frá 1997 til 2018 og14.000 av hesum merkjum eru komin afturí aftur. Ongin toskur verður fiskaður uppi í sjónum, og tí er ein stórur møguleiki fyri, at nógvir av hesum 29000 toskunum, sum ikki eru afturfingnir, kunnu finna sær føði uppi í sjónum.

Hetta kann vera, tá lítið av føði er á grunninum, kemur toskurin bara inn á grunnarnar, tá liviumstøðurnar eru góðar á grunninum.

Tað virkar sum mest av fiski kemur inn á grunnarnar at gýta tey árini, tá náttúruumstøðurnar eru góðar. Eg haldi tað sama vísir seg við fiski sum við sjófugli.

http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=470&catid=7&Itemid=180

https://archimer.ifremer.fr/doc/00056/16770/14307.pdf

Alt talar fyri, at fiskifrøðingarnir hava tikið feil, tá teir siga, at Føroyski toskurin ikki ferðast út av grunninum.

1. Merkingar av toski fyrr og merkingar av toski, sum Havstovan hevur gjørt um vári, vísa týðuliga, at toskurin ferðast bæði nógv og langt.

2. Mannasøgnin sigur, at alla tíð, síðani fólk búsettust her á landi, hevur verið ójavnt til fisk. Viðhvørt var ørgrynna av fiski at fáa, men so komu ár, har næstan onki livandi var at fáa nakrastaðni, tí livkorini hjá fiskinum vóru so út av lagi vánalig.

3. Tá nebbasildin kemur, tá kemur toskurin og hýsan eisin

4. Hesi seinastu árini hava fleiri toskar verið at fingið við steinum í maganum. Teir gomlu hildu seg vita, at toskur tekur steinar, tá hann flytur longur út á dýpið.

5. Tað kom ofta fyri, tá skipini fiskaði við sildagørnum langt norðanfyri landgrunnin, at toskur var í sildagørnunum, sum stóðu á 20 til 40 metrar undir vatnskorpuni.

6. Toskur við myrkum royggi er ikki vanligur á Føroyagrunninum, men tað hevur verið meira av teimum, tey seinastu árini. Summi kalla hetta Íslands tosk, meðan onnur siga rennarar. Sagt verður eisini, at toskur, sum hevur ferðast uppi sjónum, hevur myrkt royggj.

7. Osmund Justinussen hevur eisini  kanna nógv, og tosa um El Nino, sum ávirkar hitan í sjónum. Hetta fyribrigdi vísir seg at passa væl við toskafiskiskapin tey seinastu 120 árini.

8. Fiskifrøðingarnir vita onki at siga um, hvat bleiv av smáfiskinum, sum bleiv burtur í 2011.

9. Og teir vita heldur onki at siga um, hvaðani tann stóri toskurin er komin, sum er komin inn á grunnarnar seinastu 4 árini.

Eitt áhugavert er, at í 90-unum bleiv nógvur svartkalvi at fáa undir Føroyum í 2  ár. áðrenn toskurin kom aftur.

Felags er fyri allar fiskifrøðingar, sum arbeiða á Havstovuni er, at teir vita ongantíð nakað um toskin, áðrenn hann er komin inn á grunnarnar. Síðan royna teir næstu 2 árini at burturforklára, at toskurin er komin aftur. Teir vita altíð best aftaná, hvussu nógvur toskur er á grunninum, og um hvussu vit veiða burðardygt. Men teir hava ongantíð nakra frágreiðing um, hvaðani toskurin er komin frá.

15.03.2019

Eyðun Hansen

Vestmanna

 

http://kvf.fo/gmf?sid=42437     

 https://scontent.ffae1-1.fna.fbcdn.net/v/t1.0-9/53543318_10219056537191012_6381760908623872000_o.jpg?_nc_cat=111&_nc_ht=scontent.ffae1-1.fna&oh=6d7dab71d1cbe50b741b8989e3d9e061&oe=5D0956EB

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=10216989364955550&set=gm.1926642880760595&type=3&theater&ifg=1

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=10216976218226890&set=pcb.1924095247682025&type=3&theater&ifg=1

https://r7.fo/news/9422/rokfiskari-av-toski-uppi-i-sjonum?fbclid=IwAR2u23p5j0QXcfxK9zKUew4fhnWhlprZyDt2XPgzng7h93l6wPQTnNFw1SM


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi