Italska stjórnin lagt ræðandi uppskot til fíggjarlóg fram
Italia annars hevur tað ikki gott. Fólk torga ikki gomlu flokkarnar, ið m.m.a. hava loyvt 700.000 muslimum úr Afrika inn í landið. 5-Stjørnurørslan og Ligan, 2 populistiskir flokkar, vunnu tjóðartingsvalið seinast og skipaðu stjórn, sum straks stongdi hvørja havn fyri fleiri sjórekum úr Miðeystri og Norðafrika.
Borgarliga stjórnin við Conte sum forsætis- og Salvini sum uttanríkisráðharra legði uppskot um komandi, stak populistiska, fíggjarlóg fram. Hon vísti 2,5% av BTÚ í halli, so ES-leiðslan hótti skuldarreyvina í Miðjarðhavinum (25% hægri statsskuld enn fíggjarlógin er) við at skerja stuðulsjáttanina úr Brussels.
Conte og Salvini bóðu Brussel hoppa og dansa. Teir tvíhalda um fíggjarlógina , ið teir halda vera neyðuga, um Italia skal klára at breyðføða miljónir av landastrokum, ið ES hevur álagt limalondunum at føða, hýsa og klæða.
Italska stjórnin veit, at ES er desperat um, at Bretland fer úr ES. Bretski búskapurin hevur verið pluss fyri felagskapin. Brussel torir ikki at fornerma Italia úr ES, tí ES hevur júst slept Grikkalandi av skuldarkrókinum. Italia er 5 ferð størri enn Grikkaland, og skuldin 5 ferð tyngri, um Italia missir endan.
Ei undur í, at Angela Merkel hevur lagt kongin. Fast taki henni. Hvørki hon, CDU/CSU ella SPD klára at skipa stjórn aftur. Neyðars Týskland og ES.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur