Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fakta kekking av Ingolf S. Olsen

Fiskivinna, Lesarabrøv | 18/03-2019 14:00

Óli Jacobsen á Argjum hevur fakta kekka grein hjá Ingolf S. Olsen um fiskivinnu, uppboðssølu og manningarsáttmálar og eins fortreytir

 

Ingolf S. Olsen hevði um dagarnar grein í miðlunum við yvirskriftini Rættindahavarar skulu við lóg gjalda. Greinin viðgerð fiskirættindi, sum tað almenna selur á uppboði, ójavnar kappingartreytir hjá feløgum, uppboðsgjøld, hvør sum skal gjalda hesi og hví.

Ikki hvør sum helst

Ingolf S. Olsen er ikki hvør sum helst. Í fiskivinnuhøpi er hann løgtingslimur, framsøgumaður hjá Tjóveldi í fiskivinnumálum og umboð fyri Tjóveldi í vinnunevndini. Ingolf s. Olsen er harumframt fyrrverandi skrivari í Føroya Fiskimannafelag og útbúgvin tíðindamaður.

Mismunur

Sambært Ingolf S. Olsen so eru feløg, sum keypa fiskirættindi á uppboðssølu í ójavnari kapping og hesi mugu og skulu javnsetast. Ingolf staðfestir, at ”eitt fólkaræði við marknaðarbúskapi kann ikki verja at hava almennar uppboðssølur, har bjóðararnir ikki eru javnsettir í útgangsstøðinum.”
Ójavna kappingin bestendur sambært greinskrivaranum í, at veiðibólkar, har manningarnar verða avroknaðar eftir einum lægri hýruprosenti, eru verri fyri í eini kappingarstøðu í mun til veiðibólkar, har manningar verða avroknaðar eftir einum hægri býtisprosenti. Ingolf staðfestir: ”Býtisprosentið merkir, at manningarnar taka lut í felagsútreiðslum í sama lutfalli. Skal manningin á til dømis einum nótabáti taka lut í uppboðssølugjaldinum, rindar hon sostatt 17 prosent av
kostnaðinum, men við einum ídnaðarskipi rindar hon 27 prosent. Tí fær reiðarin á ídnaðarskipinum ráð til at bjóða hægri prís á uppboðssøluni enn tann á nótaskipinum, tí hann fær turkað ein størri part av rokningini upp í manningina.”

Á egnum “Facebook” vanga útgreinar Ingolf S. Olsen hetta roknistykkið: Um eitt ídnaðarskip við býtisprosentinum 27 keypir t.d 500 tons av makreli á uppboðssølu fyri eina millión krónur, og eitt nótaskip við býtisprosentinum 17,5 keypir 500 tons av makreli fyri eina millión krónur, og reiðaríini í báðum førum draga útreiðsluna av óbýttum, so rindar manningin á ídnaðarskipinum 27 prosent av rokningini, sum er 270.000 kr, meðan manningin á nótaskipinum rindar 17,5 prosent, sum er 175.000 kr.

Loysnin

Loysnin til tess at javnseta feløg er sambært Ingolf S. Olsen tann, at uppboðssøluútreiðslur ikki verða partur av felagsútreiðslum, men at hesar verða goldnar av einstaka reiðaranum (rættindahavanum), óheft av manningina.

Hvat er upp og niður hjá Ingolf S. Olsen?

Er tað veruliga so:
a. at eitt hægri hýruprosent gevur felagi betur ráð at keypa á uppboði enn eitt lægri hýruprosent?
b. at feløg verða javnsett – ella meira javnsett – um uppboðsgjald verður hildið uttan fyri felagsútreiðslur?

Dømini niðanfyri eru ávikavist soleiðis sum skipanin verður praktisera í dag, har uppboðssølugjald fer av óbýttum (dømi 1), og soleiðis sum hon sambært greinskrivaranum eigur vera, t.v.s. at uppboðssølugjald verður hildið uttanfyri felagsútreiðslur (dømi 2) .

Avlop hjá felagi (A), sum hevur mest eftir at avroknað er, er sett 100 % og hýruútgjald hjá felagi A,
sum rindar minst í hýru er sett til 1.



Dømini omanfyri vísa:
• at Ídnaðarskip og Línuskip altíð rinda ávikavist 1,54 og 2,46 ferðir so nógva hýra av somu nettosølu sum nótaskip óheft av, hvussu høgt uppboðsgjaldið er.
• at Ídnaðarskip og línuskip altíð hava ávikavist 11,5% og 30, 9% minni eftir av somu nettusølu sum nótaskip óheft av, hvussu høgt uppboðsgjaldið er.
• At evnini at kappast eru - alt annað líka – beinleiðis tengd at hýruprosenti og gerast verri í sama lutfalli sum hýruprosenti økist og ikki, sum Ingolf S. Olsen førir fram - í øvutum lutfalli.

Hetta vísir, at roknistykkið hjá Ingolf onga meining gevur og at pástandurin hjá Ingolfi S. Olsen um,
at reiðarin við hægra hýruprosentinum hevur betur ráð til at bjóða á uppboðssøluni - tí hann fær
turkað ein størri part av rokningini upp í manningina – er ósannur!

Dømi 2.


Dømini omanfyri vísa:
• at Ídnaðarskip og Línuskip altíð rinda ávikavist 1,54 og 2,46 ferðir so nógva hýra av somu nettosølu sum nótaskip óheft av, hvussu høgt uppboðsgjaldið er.
• at um uppboðssølugjaldið nærkast 0 so er kappingarfortreytirnar millum ymisku veiðibólkarnar eins avlagaðar sum í dømi 1.
• At tá uppboðssølugjaldið verður hægri, so avlagast kappingarfortreytirnar millum ymisku veiðbólkarnar lutfalsliga nógv, soleiðis at feløg við høgum hýruprosenti fullkomuliga verða avkrøkt í kappingini.

Sostatt er seinni pástandurin hjá Ingolfi S. Olsen um, at reiðarar verða javnsettir - ella meira javnsettir um og tá uppboðsgjaldið fer av óbýttum - eisini ósannur.

Hvar eru vinnunevndarlimir ella løgtingslimir annars?

Uppboðssøluleisturin er ikki nýggjur, men frá í 2011. Eitt er, at Ingolf S. Olsen - at síggja til – fullkomuliga hevur misskilt avleiðingarnar av egnum lógararbeiði, men er tað so, at øll Vinnunevndin
og løgtingslimir hava somu misskiltu uppfatan, sum framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá Tjóveldi. Havi ikki sæð nakran løgtingslim verið alment frammi og rættað Ingolf S. Olsen.

Hvussu hevur Ingolf S. Olsen skilt “Rættindi loyst frá stáli” ..... og hvør skal gjalda?

Í lógini um vinnuligan fiskiskap var ein fyritreyt at eiga fiskifar fyri at gagnnýta egin rættindi. Manningarsáttmálarnir vóru tískil í roynd og veru ein avtala millum tveir partar – øðrumegin rættindahava A sum skipaeigara og hinumegin manningina á fiskifarinum hjá rættindahava A. Manningarsáttmálar við fiskiførum hava altíð tikið støði í virðinum av tí veiðu, sum til ein og hvørja var vorðin veidd, í roynd og veru var sostatt talan um ein sáttmála/avtalu millum øðrumegin
rættindahava A og hinumegin egna manning um, hvussu býtið av virðinum í lastini skuldi vera. Í nýggju lógini varð eitt grundleggjandi nýtt prinsipp knæsett, nevnliga at rættindi og stál er vorðið loyst hvørt frá øðrum soleiðis at skilja, at tað er ikki longur ein fyritreyt at eiga eitt fiskifar, fyri at gagnnýta ávís fiskirættindi.

Bert ein av fleiri avbjóðingum við hesi skipan er, at einki neyðturviliga samband longur er millum rættindihava A og tær manningar, sum veiða rættindini hjá rættindahava A. Í nýggju lógini er lagt upp til at rættindahavi A ger sáttmála við skipaeigara B um gjald fyri veiðu av ávísu rættindinum.
Tað eru dømir um, at sáttmáli millum rættindahava A og skipaeigara B hevur ljóða uppá 50/50 tvs. at rættindahavi A og skipaeigari B býta virðið av veiðini javnt sínamillum og at manningar sum veiða rættindini hereftir eru vorðnar avroknaðar av 50 % av faktiska virðinum av veiðini. `

Tað eru eisini dømir um, at fiskirættindi, sum landsstýrismaðurin hevur útlutað til eigarar av fiskiførum í ávísum skipabólkum ikki hava verið veidd av fiskiførum í hesum bólki, men av fiskiførum í øðrum skipabólkum.

Í hesum førum er tvær manningar vorðnar avroknaðar, øðrumegin manningar á fiskifarinum hjá
rættindahava A hvørs fiskifar rættindini vóru latin við støði í, men sum ikki veiddi hesi og hinumegin
manningar á fiskifarinum hjá skipaeigara B, sum veiddi rættindini hjá rættindahava A.

Tað er trupult at fáa eyga á prinsippið hjá Ingolf S. Olsen um, at rættindahavar við lóg skullu gjalda.
Í báðum hesum førum gera rættindahavi A og skipaeigari B sínamillum avtalu við beinleiðis
avleiðingum fyri tær manningar, sum veiða rættindini.

Ingolf S. Olsen og manningarsáttmálar

Ingolf S. Olsen hevur endurtikið upp í saman, at føroyskir manningarsáttmálar skullu galda, men
hvørjar sáttmálar meinar Ingolf við og um hvat? Skipanin “rættindi loyst frá stáli” reisir nakrir grundleggjandi prinsipiellar spurningar m.a.:
a. hvønn part gera manningarfeløg sáttmálar við undir nýggju skipanini, rættindahava A, skipaeigara B ella bæði A og B
b. við støði í hvørjum verða manningarsáttmálar gjørdir: faktiska virðinum av veiddu rættindinum hjá A ella av tí, sum eftir er hjá skipaeigara B tá rættindahavi A hevur fingið sín part

Soleiðis sum Ingolf S. Olsen at síggja til fullkomuliga hevur (mis)skilt avleiðingarnar av egnum lógararbeiði tá tað um uppboðssøluskipanina ræður, so kann ein loyva sær at ivast í, hvussu Ingolf S. Olsen hevur gjøllhugsað skipanina “rættindi loyst frá stáli” og avleiðingarna av hesi skipan.

Óli Jacobsen

Argir


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi