Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vindrøkt søkir um loyvi at tvífalda vindorkuna í Føroyum

Innanlands, Vinnulív | 18/03-2019 15:00

Kunnu fara undir framleiðslu í Hoyvíkshaganum longu í august.

“Longu í august í ár kann Vindrøkt fara undir at seta upp seks vindmyllur í Hoyvíkshaganum, um myndugleikarnir bera skjótt at í viðgerðini av umsókn felagsins.” Tað stendur í einum tíðindaskrivi, sum felagið sendi miðlunum í morgun.

Vindrøkt sigur, at talan er um eina tvífaldan av vindorkuframleiðsluni í Føroyum, tí er hetta eitt týðandi stig á leiðini ímóti einum grønari Føroyum.

Vindrøkt hevur í dag latið inn umsókn til Umhvørvisstovuna um loyvi til at framleiða ravmagn úr vindorku frá seks vindmyllum á 3 MW, ið skulu setast upp á økinum við Gellingarklett á Hoyvíksgarði.

Orsøkin til, at umsóknin um loyvi verður latin inn júst nú er, at Fiskimálaráðið í farnu viku gav festaranum viðhald í kæruni um, at Búnaðarstovan í fjør tók avgerð um at afturkalla tilsøgnina til festaran um lendið á Gellingarkletti.

”Orkumyndugleikin hevur í almennum viðmerkingum sagt seg hava góðar vónir um, at vit nú eftir umsókn kunnu koma á mál við eini avtalu um vindorkuframleiðslu í Hoyvíkshaganum. Tað fegnast vit um, tí tað eru vit eisini fullvísir í fer at eydnast,” sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt. ”Tá vit hava bygt hesa vindmyllulundina, hava vit tvífalda vindorkuframleiðslumegina í Føroyum. Soleiðis vil 30% av ravmagnsframleiðsluni í Føroyum stava frá vindorku eftir hetta. Í dag er tað einans 15%,” sigur hann.

Drúgvar forkanningar eru gjørdar

Tað var annars longu í 2005, at Sigert Patursson, festari á Hoyvíksgarði, søkti um og fekk tilsøgn um leigusáttmála til lendið frá Búnaðarstovuni til at byggja vindmyllur á økinum. Vindrøkt hevur gjørt ein nýtslusáttmála við bóndan um økið, har vindmyllurnar ætlandi verða settar upp. Í samráð við bóndan hevur Vindrøkt gjørt drúgvar og kostnaðarmiklar kanningar av økinum, fyri neyvt at staðfesta, hvar tað er mest skynsamt at seta vindmyllur upp. Eisini eru umfatandi kanningar gjørdar av, hvat slag av vindmyllum eru best egnaðar í hesum førinum.

Vindrøkt hevur drúgvar royndir innan vindorkuframleiðslu og vóru teir fyrstu sum veittu vinnuliga vindorku til føroyska samfelagið. Tær tríggjar vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna vórðu settar upp í 2003 og hava síðani tá framleitt áleið 100 GWT. Hesar vindmyllurnar hava so at siga ikki verið óvirknar síðani.

Í fjørsummar styrkti Vindrøkt seg við orkufelagnum Effo sum partaeigara.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi