Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Norrønafelagið viðger málspurningin

Innanlands, Mentan | 18/03-2019 17:00

Pallborðsfundur í Norðurlandahúsinum mikudagin.

“Eru vit við at missa tað mentala undirstøðukervið í Norðurlondum?” Tað spyr Norrønafelagið, sum mikudagin skipar fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, har hesin spurningurin verður umrøddur.

“Eins væl og tað hevur týdning at hava eitt gott undirstøðukervi, tá tað snýr seg um vega-, tok-, ferju- og flogsamband í Norðurlondum, er tað eisini av týdningi at eiga eitt mentalt undirstøðukervi, sum fyritreyt fyri at vit norðbúgvar fata og skilja hvønn annan. Men er henda felags fatanin við at fara fyri bakka?” spyr felagið.

Felagið spyr eisini, um vit hava slept skandinaviska málfelagsskapinum, sum einaferð bant okkum saman, nú alsamt fleiri norðurlendingar eru farin at málbera seg á øðrum fremmandamáli? Eisini spyr felagið, um tað var skilagott at taka danskt burtur úr undirvísingini á miðnámi?

100 ár síðani fyrstu norrønu feløgini vórðu stovna

Í sambandi við at norrønu feløgini í ár hátíðarhalda hundrað ára stovningardagin fyri teimum fyrstu feløgunum, setur Norrøna Felagið í Føroyum saman við Norðurlandahúsinum málspurningin á breddan.

Skipað verður fyri orðaskifti við luttøku av Høgna Hoydal, landsstýrismanni við ábyrgd fyri norrøna samstarvinum, Barbaru Gaardlykke Apol, forkvinnu í ungdóms-norðurlandaráðnum og Kate Sanderson, fyrrverandi sendikvinnu Føroya í Brússel. Jákup Sørensen, týðari og ráðgevi hjá NORA, leggur fyri og stýrir orðaskiftinum.

Tiltakið verður í forhøllini í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mars klokkan 17 til 18.

Talan er um eitt av nátturðabita-tiltøkunum hjá Norðurlandahúsinum, og tað vil siga, at høvi verður at keypa ein bita at eta áðrenn ella meðan tiltakið er.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi