Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Boga Hansen til veðurlagsverkfallið fríggjadagin

Innanlands, Vinnulív | 19/03-2019 18:30
Mynd: Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU).

"Ein lítil helvt av okkara útláti stavar frá fiskiskipum. Hana torir eingin at nerta. Tað er so heldur ikki ein trupulleiki, sum er lættur at loysa; men tað nyttar einki at stinga høvdið í sandin og ignorera hann. Hetta átti at verðið ein centralur partur av okkara langtíðarætlan fyri einum fiskivinnupolitikki", segði Bogi Hansen, havfrøðingur, m.a. í síni røðu á Vaglinum síðsta fríggjadag.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur í dag lagt alla røðuna hjá Boga Hansen á netið. Røðan kann lesast niðriundir:

Hey tit

Eg rokni við, at nógv tykkara eru so eviga troytt av at hoyra Boga Hansen tosa um veðurlagsbroytingar.

Eg skal siga tykkum, at eg eri eisini so eviga troyttur av at hoyra Boga Hansen tosa um veðurlagsbroytingar.

Men samstundis, so eri eg so eviga troyttur av fólkunum í hasum hvíta húsinum.

Fyri 10-20 árum síðan segði ein stórur partur av teimum, at tey trúðu ikki upp á, at menniskjað er farið at broyta veðurlagið.

Tað kann sjálvandi tykjast tollut, ikki at trúgva natúrlógunum, men tað er so tað, tað er.

Nú siga tey ikki tað longur – í hvussu so er tey flestu, sum tað ljóðar.

Tit kunnu siga, at so eru tey frægari enn Donald Trump, sum jú forrestin eisini situr í einum hvítum húsi

Men hann veit mann tross alt, hvar man hevur. Hann ger tað, hann sigur.

Fólkini í okkara hvíta húsi siga seg vilja hava einar grønar Føroyar; men gera í stóran mun beint tað øvuta.

Føroyar hava tikið undir við París sáttmálanum.

Skal nøkur vón verða um at røkka málinum í honum, skal samlaða netto-útlátið av CO2 í heiminum verða farið niður í helvt í 2030 og verða heilt burturi í 2050.

Og okkara politikarar siga seg fara at fylgja tí.

Og hvussu gongur so tað ?

Ja, ein lítil helvt av okkara útláti stavar frá fiskiskipum. Hana torir eingin at nerta.

Tað er so heldur ikki ein trupulleiki, sum er lættur at loysa; men tað nyttar einki at stinga høvdið í sandin og ignorera hann.

Hetta átti at verðið ein centralur partur av okkara langtíðarætlan fyri einum fiskivinnupolitikki.


Men fara vit upp á land, so er Løgtingið eftir tí eg skilji samt um, at Føroyar skulu verða grønar í 2030.

Frálíkt

Og tey hava eina strategi, har eitt høvuðspoint er, at orkunýtslan skal fara frá olju til el.
Oljufýr til hitapumpur
Vanligir bilar til elbilar o.s.fr.

Eisini frálíkt, men hvussu gongur so at realisera tað.

Landsstýrið gjørdi eina fyrstu roynd við einum uppskoti um lægri elprísir til hitapumpur og elbilar.

Tað varð viðtikið, men við teprum meiriluta.

Har skal ikki nógv broytast skeivan veg í løgtinginum, um tann parturin av strategiini skal gjøgnumførast.

Hin parturin av strategiini er at útbyggja elframleiðsluna og gera hana grøna.

Út við olju, inn við vindi, vatni, sólorku og kanska øðrum varandi orkukeldum.

Eisini frálíkt; og so hevði tú hildið, at Løgtingið fór undir at smíða lógir, sum kunnu stuðla tí

Men har hevur Løgtingið opinbart ein trupulleiki, at næstan øll elframleiðslan í Føroyum kemur frá einum almennum felagsskapi – SEV

Og tað hóskar ikki til galdandi ideologi í okkara hvíta húsi.

Tey vilja hava tey privatu inn.

Tey vilja hava meiri kapping. Hetta heilaga orðið “KAPPING”

So halda tey opinbart, at restin kemur av sær sjálvum.

Og tá so tað privata ofta ikki klárar at kappast við SEV

Ja, so fer Løgtingið inn at gera tað truplari hjá SEV

Nú vilja tey opinbart býta SEV sundur, soleiðis at tann heilaga kappingin kann valda øllum.


Jú lat endiliga tey privatu sleppa við.

Men at rokna við, at tað loysir allar trupulleikar, er bláoygt.

Og at rokna við, at tað skal verða bíligari fyri okkum borgarar, er meiri enn bláoygt.

Hetta er Eysturoyartunnilin umaftur.

Hvussu nógvar milliardir hevði hann kostað okkum borgarum meiri, um tað upprunaliga privata initiativið hevði verið gjøgnumført.

Men tað mest absurda er, at samstundis, sum Føroyar hava tikið undir við Paríssáttmálanum, so fara vit enn einaferð at útbjóða oljuleiting við Føroyar.

Og eftir øllum at døma er alt Løgtingið samt um tað.

Skulu málini í Paríssáttmálanum røkkast, skal nettoútlátið av CO2, sum sagt, verða komið niður á 0 í 2050, t.v.s. um gott 30 ár.

Sjálvt við verandi oljunýtslu røkka tær kendu keldurnar væl longur enn tað.

So heimurin hevur ivaleyst av olju longu sum er.

At taka undir við Paríssáttmálanum og samstundis fara undir oljuleiting er sum at skjóta seg sjálvan í fótin.

Og tá hava vit ikki hugsað um tann skaða, sum dálking frá oljuvinnu kann hava á okkara fiskivinnu og alivinnu.

So nei. Tað er tíverri ikki nógv sum bendir á, at Føroyar verða grønar hvørki í 2030 ella í 2050.

Ikki uttan at hatta hvíta húsið verður nógv grønari.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi