Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.

Innanlands, Lesarabrøv | 19/03-2019 12:10
Tobbi | Mynd: Tobbi

Um 10 ár fara fólk at spyrja: Hvussu kundi tað ganga so galið? Hvør ráddi fyri borgum, táið Hæddin varð plaffað niður til ífyllu kring um landið?, tað skrivar Tobbi fyri løtu síðani á facebook vanga sínum.

”Fjøllini standa einsamøll úti. Ongin bjóðar teimum inn. Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum. Tey frysta míni fjøll. Stórar rúgvur av sjúkum gróti.” Av góðum grundum rendi eg meg í hesa strofuna í durvingarløtuni millum svøvn og vøku í morgun.

Aftur kom hetta mær til hugs, táið akfarið nakað fyri kl. 8 togaði meg niðan á Hústoft og inn ímóti háa beninum, ið otar seg alt longri inn undir Hæddina. Tað er nú bara ein tíðarspurningur, hagartil alt fjallið liggur sum ífylla kring um landið, og lambafólk og øll vit onnur sita eftir við einum gapandi tómum sári – sum verður ólekjandi í ókomnum árum.

Fyri júst einari viku síðani segði Jústinus Eidesgaard soleiðis í grækarismessurøðu, ið hann flutti fram í Skótahúsinum við Løkin: ”Tað eru nógv sár í náttúruni í dag, sum er úrslit av vitleysari neyðtøku av náttúruni. Tíbetur verða nøkur av hesum sárum grødd aftur. Í Runavíkar kommunu er stóra grótbrotið í Oyndarfirði nú um at vera tyrvt, og um nakrar mánaðar verður tað ein grønur plettur og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta grótbrotið skar seg niður í lendið, tá íð oyndfirðingar fingu havnina fyrst í áttatiárunum í farnu øld. Í Syðrugøtu er stóra grótbrotið eisini við at verða fylt og verður aftur ein vakur plettur. Onnur standa enn gapandi, og ber ikki til at fylla tey, tá latið arkitektar fáa okkurt skilagott burtur úr teimum. Tað ber til at byggja í teimum.”

Helst vitsti hann ikki, at stovnurin, einferð ein meginbulur í samfelagnum, nú í politiskum og fakligum stjórnarloysi, Landsverkfrøðingurin, er í holt við at taka heili fjøll niður í Føroyum. Í grannalagnum har oyndfirðingurin flutti fram røðuna.

Kann ætla at hugskotið um at fara niðan á Hústoft við grótbrotinum, sum áðrenn tað var á Lambareiði/í Skriðunum, undir Stórafjalli, m.a. er íkomið av eini ætlan um at flyta eyðsýnda sárið í natúruni burtur úr mannaeygum. Skilagott. Men nú, táið borivagnarnir nærkast tindunum, ógvast fólk við og onkur hevjar uggafjarðarnar.

Tað tykist ikki sum at kommunali myndugleikin hevur havt nakran leiklut í málinum, táið Landsverkfrøðingurin bað um loyvi til at fara undir at bróta grót á Hústoft. Finni heldur ongi skjøl hesum viðvíkjandi í skjalagoymsluni, sum benda tann vegin. Í Tíðindablaðnum, fríggjadagin 31. januar 1975, verður sagt, at friðingarnevndin í Eysturoynni ikki vildi geva loyvi til at fara undir at gera nýtt grótbrot á Hústoft – omanfyri bygdina í Lamba. Málið varð síðani lagt fyri Yvirfriðingarnevndina, og hon gav loyvi við ávísum neyvum treytum, og krøvini vóru:

• at útsíðan av hamarinum, har grótbrotið verður lagt, ikki verður skadd.
• at vegurin, sum verður lagdur inn í grótbrotið, skal ganga í beina linju og hægst skal vera 10 metrar breiður.
• at onki órudd sløðist framvið vegkantinum og at kanturin verður sáddur.
• at grót og mold ikki sløðist uttanfyri ta nýggja grótbrotið.
• at grót ikki verður brotið í tí gamla grótbrotinum, tá tað nýggja er klárt at taka í brúk.
• at tað verður sátt og plantað í tað gamla grótbrotið og somuleiðis økið vestanfyri grótbrotið og framvið vegnum.
• at stig verða tikin til at doyva óljóð og tarna støvi at koma frá grótbrotinum og knúsaranum.

Táið málið varð lagt fyri Yvirfriðingarnevndina mæltu 90% av fólkinum í bygdini skrivliga ímóti at grótbrot varð lagt á Hústoft. Undirskriftirnar vóru síðani sendar Sorinskrivaranum, Landsverkfrøðinginum og løgmanni. Ivaleyst hevði Landsverksfrøðingurin sínar orsøkir til at fara undir brotið, men nú sami stovnur er farin í holt við at skjóta alt fjallið niður, er tað vorðið ovboðið hjá teimum flestu, tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.

Ivaleyst kann hin virkni samferðslumálaráðharrin steðga boringini/skjótingini beinanvegin, í hvussu er soleiðis, at vit fáa umrátt okkum og tikið eina endaliga avgerð, um haldast skal fram ella ikki.

Um 10 ár fara fólk at spyrja: Hvussu kundi tað ganga so galið? Hvør ráddi fyri borgum, táið Hæddin varð plaffað niður til ífyllu kring um landið?


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi