Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tað er 19. mars 2019, og hetta er ein merkisdagur í Føroya søgu.

Innanlands | 19/03-2019 22:30

Í dag eru tað 70 ár síðani, at Bíblian í føroyskari týðing varð alment givin út. Árið fyri vóru nakrar Bíbliur sendar út sum royndarprent. Útgávudagurin av Bíbliuni á føroyskum verður roknaður at vera 19. mars 1949.

Victor Danielsen var fyrsti føroyingur, sum einsamallur syrgdi fyri, at vit fingu heilagu skriftirnar umsettar til móðurmálið. Tað var sovorðið bragd, sum tað ber illa til at skilja í dagsins globala og digitala samfelag. At tað kundi bera til er heilt ófatuligt. Seinni kom Bíblian út í týðing hjá Jákupi Dahl, prósti, skaldi og lærara í føroyskum hjá Victori á Læraraskúlanum, og Kristiani Osvald Viderø, presti, skaldi og heimsspekingi.

Um nakrar dagar vera tað 125 ár síðani, at Victor Danielsen var føddur. Hann var føddur 28. mars í 1894 og var tí nakrar dagar undir 55 ár, tá ið Bíblian varð givin út. Tá hevði hann arbeitt við handritinum síðani á vári í 1934 ella í fimtan ár, og síðani hann var 40 ára gamal.

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Victori í 1994 varð gjørt heilt fitt burturúr. Jógvan á Lakjuni, abbasonur Victor, skipaði fyri framsýning á Kambsdali – eitt nú við myndum, bókum, lutum og ikki minst upprunahandritinum við handskrivaðu umsetingini og maskinskrivaða manuskriptinum, sum Dánjal, sonur Victor syrgdi fyri – har vóru eisini konsertir bæði skírisdag og langafríggjadag. Hetta vóru minnisríkir dagar.

Greinar vóru í bløðunum, Símun Absalonsen, vinmaðurin frá smádreingjaárunum á Heygum av, hevði framúr fyrilestur í útvarpinum, og vit báðir Árni Gregersen gjørdu sjónvarpssending um Victor, sum varð send á páskum fyri 25 árum síðani. 
Nú eg dvølji við hetta, so er skjótt at staðfesta, at tað rennur nógv vatn í ánni í 25 ár.
Av teimum tíggju luttakarunum í sendingini um Victor er tað bara ein, sum ikki er fluttur foldum frá. Tað er Jógvan Fríðriksson, bispur, sum tá var prestur í Sjóvar prestagjaldi. Undir teologilestrinum í Aarhus skrivaði hann serritgerð um skaldskapin hjá Victori.
Øll hini eru flutt foldum frá:
Henrikka, kona Victor, sum tá var 97 ára gomul og livdi, inntil hon var farin um tey hundrað. 
Mia á Lakjuni, Dánjal Danielsen og Richard Danielsen, trý av børnunum hjá Rikku og Victor,
Jóhannus Øregaard, versonur Rikku og Victor – giftur Uttu, 
Herluf Bertholdsen, fuglfirðingur og lærari og kringur málmaður, 
Jógvan Gerðalíð, sum samstarvaði nógv við Victor, eitt nú á ferðunum við Sendiboðnum, bátinum sum klaksvíkingar áttu, 
og so brøðurnir Conrad Joensen og Sigurd Berghamar. 
Conrad var nógv uppií, tá ið Bíblian varð prentað á Bókaprent í Havn, sum stóri íblásarin hjá Victori í so nógvum, vinnulívsmaðurin Jens av Reyni, setti á stovn við júst hesum arbeiði fyri eyga. Bíblian var innbundin í Skotlandi. Í sjónvarpssendingini greiddi Conrad eitt sindur frá um hetta. Óli Jacobsen greiddi frá hesum í FF blaðnum í 1999, og tað er eisini í bókini hjá ZZ (sí niðanfyri) 
Sigurd Berghamar var málmaður, sum samstarvaði nógv við Victor.

Nú eru nógv ár síðani, at eg sá hesa sjónvarpssendingina. Hon varð tikin upp, áðrenn sjónvarpið varð digitaliserað. Okkara góða Kringvarp er víðfevnt, og tey har eru ivaleyst samd við mær í, at tað hevði verið áhugavert at sæð og hoyrt øll hesi í sendingini aftur, um tað ber til, og at hoyrt fyrilesturin hjá Símuni.

Týdningin, sum tað hevur havt fyri okkara tjóð, at Bíblian varð flutt í okkara mál, í fleiri týðingum, ber tað illa til at skatta nóg mikið – málsliga og mentanarliga og harvið samleikaliga og andaliga og so víðari.

Søguna um bíbliutýðingina og um lív og virki hjá Victori Danielsen ber tað til at lesa í framúr góðu bókini hjá Zachariasi Zachariassen, sála. Hon eitur Bíblian á føroyskum í hálva øld. Hetta var bókmentaliga høvuðsverkið hjá Zachariasi.
Spell var tað, at hann ikki varð alment heiðraður fyri hetta verkið. Eg havi fyrr sagt, at hann átti at havt verið útnevndur heiðursdoktari fyri hesa bókina og at fingið mentanarvirðislønina ella okkurt sovorðið.

Í fororðunum sigur ZZ m. a. soleiðis:
Ynski mítt er, at hesin táttur í málsøgu og samkomusøgu okkara skal eggja tí yngra ættarliðinum her á landi til at virðismeta og takka Gudi fyri undangongumenn okkara, sum løgdu rygg til, so vit kundu fáa orð Guds – Bíbliuna – á móðurmálinum, enntá í tveimum týðingum.

Og á síðu 150 stendur:
Leygardagin tann 19. mars 1949 lógu so 50 eintøk av føroysku bíbliuni á borðinum, vakurt prentað og innbundin. Í hesum sambandi vóru nakrir menn komnir saman í eini stovu í Havn. Teirra millum vóru Victor Danielsen og Andrew Sloan. Victor signeraði sjálvur tær flestu av bókunum og handaði hjálparmonnum sínum hvør sítt eintak við stórum takksemi til Harran, sum so trúfastur hevði staðið aftan fyri verkið, sum nú var fullført.
Hetta var ein fagnaðurdagur!

Tað frøir meg nú at lesa í bókini hjá ZZ, at Victor fekk alment herðaklapp fyri at hava umsett Bíbliuna og fyri alt hitt skaldskaparverkið. Í 1950 veitti Mentanargrunnur Føroyar Løgtings honum sum heiðursgávu 3000 krónur.

Tað tænir fuglfirðingum og Fuglafjarðar kommunu og býráði til miklan sóma, at standmynd av Victori varð avdúkað í bygdini 28. september í 2008.
Á hesi myndini eru tvær abbadøtur, sum Victor var oldurabbi at – Maia og Lea – og vitja standmyndina, sum altíð fer at minna fjølskyldina, fuglfirðingar, føroyingar allar og øll onnur, sum vitja í Fuglafirði á, hvussu stutt tað er síðani, at vit fingu Skriftirnar á føroyskum, hvør tað var, sum týddi Bíbliuna til føroyskt, og hvussu tað gekk fyri seg, tá ið Bíblian – í dag fyri 70 árum síðani – fyrstu ferð kom út á føroyskum.

Soleiðis skrivar Jóannes Hansen á sínum Facebook vanga.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi