Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Løgmaður: Uppskotið hjá løgtingsformanninum er bara signalpolitikkur

Innanlands, Politikkur | 20/03-2019 15:05

Tað ber heilt einfalt ikki til at avtaka fólkatingssessirnar við eini vanligari lógarbroyting.

Samtykkir løgtingið uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um at avtaka fólkatingssessirnar, so fær tað ongar avleiðingar. Talan er um “signalpolitikk”, sum tað ikki ber til at fremja í verki. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann svaraði einum fyrispurningi frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, á tingfundinum í dag.

Bárur Nielsen spurdi, um løgmaður fór at loyva samgongufólkum at atkvøða fyri uppskotinum hjá løgtingsformanninum, og um hann fór at seta tað í verk, um tað bleiv samtykt.

Løgmaður svaraði, at løgtingsfólk eru bara bundin av síni egnu sannføring, og tí fer tað ikki at fáa avleiðingar fyri tey, um tey atkvøða fyri uppskotinum.

“Hinvegin, so er talan ikki um eitt lógaruppskot, men heldur um eitt politiskt signal,” segði hann.

“Av tí at tað ikki ber til at avtaka fólkatingssessirnar við vanligari lóg, so verður ikki meira gjørt við málið, um tað verður samtykt,” segði løgmaður.

Helst verður uppskotið samtykt

Bárður Nielsen segði, at helst er stórur meirluti í tingsalinum fyri uppskotinum, og verður tað samtykt, so hevur Tjóðveldi vunnið ein stórsigur við at taka loysingina gjøgnum bakdyrnar.

Løgmaður svaraði, at tað eru bara tveir møguleikar at avtaka fólkatingssessirnar. Annar er at loysa Føroyar úr ríkinum, og hin er at broyta donsku grundlógina.

“Í báðum førum er neyðugt at hava fólkaatkvøðu um málið,” segði hann.

Hava tunlar størri týdning enn loysingin?

Bárur Nielsen vísti síðani á, at løgmaður hevur áður sagt, at um eitt mál verður samtykt, uttanum samgonguna, so er samgongan farin.

“Ætlar løgmaður at lata hetta málið fara ígjøgnum og lata loysingina byrja henda vegin, meðan í øðrum málum (um tunlar o.a.), so stendur samgongan uppá spæl?” spurdi hann.

Løgmaður svaraði, at tað er komið fyri nakrar ferðir, at samgongufólk hava verið við til at lagt uppskot fram av sínum eintingum.

“Eg havi sagt, at tað er ikki í lagi, og tað er tað heldur ikki í hesum førinum,” segði hann. Hann segði, at talan er bara um signalpolitikk, og hann roknar ikki við at málið verður samtykt.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi