Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vindurin minkar ikki fyrr enn út á dagin í morgin

Innanlands | 22/03-2019 09:00

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt djúpt lágtrýst 955 hPa, sunnanfyri Ísland, flytur seg í ein landnyrðing. Eitt tilhoyrandi brúgvalag gevur regn og nógvan vind um okkara leiðir. Norðanfyri kunnu hvirlurnar koma uppí hvassan storm ella ódn.

Veðurvánirnar:

Uppí skrið av útsynningi, 15 til 23 m/s og onkrar løtur verðr hvirlur við hvøssum stormi ella ódn, 30 til 35 m/s - serliga norðanfyri. Tað klárnar nakað, tó verða æl, sum kunnu verða vátaslettingur og í fjøllunum kanska kavi. Hitin fer at liggja um 7 stig.

Í kvøld og í nátt verur framvegis sama vindferð av útsynningi og vestri, og tað verða eisini løtur har hvirlurnar koma uppí 30 til 35 m/s, serliga norðanfyri. Móti morgni minkar vindurin nakað. Tað verður skiftandi skýloft og einstøk æl, sum kunnu verða vátaslettingur og í fjøllunum kavi. Hitin fellur niður millum frostmarkið og 3 stig.

Veðrið leygardagin:

Onkrastaðni verður uppí skrið av vestri, 15 til 23 m/s, við hvirlum uppí hvassan storm, 30 m/s. Men út á dagin minkar vindurin niður í frískan vind til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Tað verður skiftandi skýloft við ælaveðri, sum kann verða vátaslettingur ella heglingur. Hitin fer at liggja um 5 stig.

Veðrið sunnudagin:

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, yvir syðru oyggjunum eitt skifti uppí skrið, 20 m/s við hørðum hvirlum. Tað verður skiftandi skýloft og æl, sum kunnu verða við vátaslettingi ella heglingi. Hitin fer at liggja um 5 stig. Um kvøldið og náttina snarar ættin í útnyrðing og vindurin minkar spakuliga niður í gul til frískan vind, 5 til 20 m/s. Tað verða framvegis einstøk æl, sum kunnu verða við vátaslettingi ella heglingi. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og 5 stig.

Veðrið mánadagin:

Vindurin minkar niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Út á dagin snarar ættin í útsynning og seint um kvldið veksur vindurin til andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað verður turt og í løtum verður nakað av sól ella sólglottar, men um náttina verður meira skýggjað og regn ella sirm. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 3 og 7 stig.

Veðrið týsdagin:

Andøvsgul til strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í vestan og minkar niður í gul til frískan vind, 5 til 10 m/s. Seinni veksur vindurin aftur til andøvsgul til strúk í vindi av útsynningi. Tað verður skýggjað og eitt skifti fer at regna. Seinni klárnar nakað, men móti náttini verður aftur skýggjað og regn. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 4 og 9 stig.

Veðrið mikudagin:

Vindurin veksur til frískan vind til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Seinni verður ættin vestan og eitt skifti minkar vindurin nakað. Fyrst verður skýggjað og regn, men seinni verður eitt skifti klárari veður, tó við einstøkum ælum. Hitin fer alt samdøgrið at liggja millum 5 og 10 stig.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi