Italskir arvingar mist arvin eftir abban, ið var mafia-bossur
Løgreglan í Milano er farin undir at leggja hald á hvørja evru, ið hevur staðið á óteljandi kontum og eina røð av fastognum hjá Carmelo Patti, ið doyði 2016, og síðan 2016 tilskrivað abbabørnum sum arvingum hansara.
Rovini í klingandi mynti eftir Patti taldu íalt 1,5 mia Evrur (= 11 mia kr), tá Patti legði eyguni saman, 82 ára gamal eftir eitt óvanliga virkið og lønsamt lív sum brots-, ráns- og drápsmaður av teimum heilt stóru í Evropa.
Hesin abbin sá bara heilt tilforlátiligur út, serliga tá hann brosaði, berskøllutur, grásprongdur við yvirskeggi – sum tað sømdir seg einum abba - í eygunum á hansara mongu eftirkomarum, ið spent hava bíðað eftir arvinum.
Carmelo Patti varð føddur, vaks upp og hvesti sínar handilsgávur á Sicilia. Haðan flutti Patti til Milano, har bann bygdi sítt stóra imperium av fyritøkum, ið fekk serliga nógvan pening burtur úr at hvítta mafiapening hjá fleiri bossum.
Formúan hjá Patti er eyðvitað ikki bert peningur, men alskyns fastogn. Ognir hansara og til nýliga arvingunum fevndu um 3 frítíðarbygdir, ein golfvøll, eina 21 metra langa skemtisnekkju, 230 húsa- og fastognir og 25 fyritøkur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur