Føroyska flaggið klárar seg framhaldandi væl á góðskulista yvir skipaskrásetingar
International Chamber of Shipping hevur dagført teirra lista yvir góðskuna hjá flagglondunum.
Føroyska altjóða skipaskrásetingin FAS klárar seg væl í kappingini við onnur flagglond.
International Chamber of Shipping (ICS), har Reiðarafelagið fyri Handilsskip eisini er limur, hevur júst kunngjørt teirra nýggjastu talvu yvir, hvussu altjóða skipaskrásetingarnar um allan heimin klára seg.
Eins og seinast er føroyska altjóða skipaskráin, FAS, millum tey, sum klára seg best. Talvan er bygd upp við grønum og reyðum puntum, har teir grønu vísa hvat er gott og teir reyðu vísa hvat er ringt.
“Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um, at føroyska flaggið aftur hesuferð einans hevur grønar puntar á øllum økjum,” sigur Vinnuhúsið.
Talvan hjá ICS verður dagførd einaferð um árið.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur