Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Bora ella ei – beinleiðis á R7

Innanlands | 09/04-2019 16:16

Hósdagin 11. apríl skipar Javnaðarflokkurin fyri kjakfundi á Skipara- og navigatørfelagnum undir heitinum “Bora ella ei”.

Føroyar fara nú aftur at bjóða altjóða oljuídnaðinum at leita eftir svarta gullinum á føroyskum øki.

Men sum partur av altjóða samfelagnum hava vit samstundis sett okkum fyri at minka munandi um CO2-útlátið.

Politiska skipanin heldur, at vit skulu gera bæði - eins og grannarnir Norra og Danmark.

Men fleiri og fleiri røddir siga, at hetta er ein andsøgn. At grønur politikkur og oljuvinna ikki kunnu sameinast. Og at øll oljuleiting við Føroyar tí skal steðga.

Her eru nógvir spurningar at viðgera.

·       Hvat krevst um vit skulu fáa tamarhald á veðurlagsbroytingunum?

·       Ger tað nakran sum helst mun í heimshøpi hvat Føroyar gera ella ikki gera?

·       Hvussu stór minking av globalu oljunýtsluni er realistisk komandi árini?

·       Hvør er heimsins orkutørvur?

·       Hvussu verður hann nøktaður í dag?

·       Hvørji eru útslitini til, at hann kann nøktast við øðrum enn olju, gassi ella koli?

Hesar spurningar fara Bogi Hansen, havfrøðingur, og Ben Arabo, sum starvast í oljuvinnuni, at umrøða á tiltakinum “BORA ELLA EI”. Tiltakið verður í húsunum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Smærugøta 9 í Havn, tann 11. apríl frá kl. 14:30 til 16:00.

Fundurin verður eisini sendur beinleiðis á R7.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Prát um garðdag hjá kirkju­ráð­num og um kórið Effata, sum hevur verið gospel-túr við Norrønu
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Moralska kumpassin
Prát við Ragnar Danielsen um bók hann skrivar við øðrvísi lokalum søgum
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Maskinur­nar fluttar til Hvalba
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Garðdagur í barna­garði­num Lítlafløtti
Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Magn í Saltangará nyggja bil vaskimaskinu
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi