Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Torbjørn Jacobsen: Annita og Páll. Setið tykkum við eitt og sama borð

Innanlands | 09/04-2019 16:00

Formaðurin eigur ikki at gerast partur av hesum you tube-málinum. Løgtingsformaðurin og formaðurin í tingbólkinum eiga ikki at seta oddvita floksins í ta støðu, at hann skal stinga fingrarnar niður í hendan fløkjustampin. M.a hetta skrivar Tobbi á facebook.

Mongum margháttligum leikum hevur man verið partur av á bonaðu fjalunum ígjøgnum árini, stríð sum vórðu loyst, endaðu í semju. Kann ætla, at mong minnast stríðið millum formannin og vangamannin fyri áleið 15 árum síðani.

Høgni, Páll, Annita og eg komu onkursvegna bóltandi inn á politiska pallin í 1998. Vit eru í einum lagnufelagsskapi, trúgv ímóti frælsishugsjónini frá barnsbeini og flokkinum, øll somul, men ymisk, kortini.

Høgni og eg hava havt okkara stríð, tey hava kortini ongantíð snúð seg um ætlanina um føroyska statin, har eru vit 100% á bylgjulongd, heldur hevur stríðið verið um onnur samfelagsmál, so ymiskir vit eru av lyndi og uppruna. Onkuntíð vóru vit undirhald í miðlunum í mánaðir, men tá eg tosaði við hann fyri løtu síðani, annars um eitt heilt annað mál, kundu vit ikki halda okkum frá at skemta við hesum, hvussu komast skal aftur á slætt innanfloks, tá slíkar støður taka seg upp.

Trý mál standa ritað í stein eftir flokstingið í Hovi. Røðarapallurin, sum var ein katastrofa, so mislukkaður, at var eg heima, hevði eg ikki tikið orðið. Upptøkan har Annita fortelur einum danskara, at Páll á Reynatúgvu er ein egoistiskur psykopatur. Triðja málið, og tað einasta sum hevur relevans, er framúr góða røðan hjá formanninum, har hann fremur paradigmuskiftið og flytir flokkin inn á frælsiskósina aftur. Balsam fyri sálina.

Málið við upptøkuni livir enn. Eitt mál ímillum tveir tingmenn, sum í útgangsstøðinum bara standa til svars fyri sær sjálvum og sínum persónligu veljarum.

Formaðurin eigur ikki at gerast partur av hesum you tube-málinum. Løgtingsformaðurin og formaðurin í tingbólkinum eiga ikki at seta oddvita floksins í ta støðu, at hann skal stinga fingrarnar niður í hendan fløkjustampin. Sjálvandi eigur hann alla ábyrgdina av flokkinum, sum formaður, men hetta eiga vaksin fólk, sum hava gingið uppat hvørjum øðrum í 20 ár, at finna útav sjálvi.

Annita og Páll. Setið tykkum við eitt og sama borð, á sama hátt sum vit báðir Høgni gjørdu fyri 15 árum síðani, taki í hondina á hvørjum øðrum, og haldi so fram i stríðnum fyri teimum frælsu Føroyum.

Hetta væntar Tjóðveldisflokkurin av tykkum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Prát um garðdag hjá kirkju­ráð­num og um kórið Effata, sum hevur verið gospel-túr við Norrønu
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Moralska kumpassin
Prát við Ragnar Danielsen um bók hann skrivar við øðrvísi lokalum søgum
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Maskinur­nar fluttar til Hvalba
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Garðdagur í barna­garði­num Lítlafløtti
Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Magn í Saltangará nyggja bil vaskimaskinu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi