Stórur partur av rokningini fyri tilfeingisgjøld endar hjá manningini
Manningarfeløgini hava endaliga slept gerðarrættarmálinum um tilfeingisgjøld, og hava tikið undir við einum nýggjum sáttmála, sum áleggur manningini at rinda sín part.
Við nýggja sáttmálanum millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini er staðfest, at manningarnar skulu gjalda ein stóran part av rokningini fyri tilfeingisgjøldini.
Tað var stutt eftir midnátt, at Semingsstovnurin legið eitt semingsuppskot fyri Reiðarafelagið og manningarfeløgini, sum góðtóku semingsuppskotið.
Í høvuðsheitum byggir semjan á spurningin um frádrátt av kvotakeypi.
Býtið av óbýttum
Áður hava reiðarar kunnað drigið alt keypið frá óbýttum. Hetta merkir, at áðrenn skipini skuldu rinda gjøld fyri fiskirættindini, fingu manningarnar ein ávísan prosentpart av tí, sum fiskurin varð seldur fyri, men síðani skipini fóru at rinda fyri loyvini at fiska, hava reiðarar trekt tað gjaldið frá fyrst, áðrenn býtið varð gjørt. Sostatt hava manningarnar fingið minni í sín part.
Politikarar, sum hava tikið undir við uppboðssølu av veiðirættindum, hava gjørt vart við, at hetta var ikki á trá við endamálið við lógini. Millum annað gjørdi Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, vart við hetta í sendingini Metis tann 26. februar í ár.
Býta gjaldið ímillum sín
Við nýggja sáttmálanum eru hesi viðurskiftini broytt nakað, tí reiðarar kunnu nú ikki draga alt keypið av rættindum frá óbýttum. Tó stendur fast, at manningarnar sleppa at rinda ein stóran part av tí, sum reiðaríini gjalda fyri rættindini at fiska.
Í tíðindasendingini á middegi hava vit samrøðu við Annfinn Garðalíð, formann í Skipara og Navigatørfelagnum.
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur