Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nú gongur sjón fyri søgn

Lesarabrøv, Politikkur | 11/04-2019 18:00

Hvat hugsar landsstýriskvinnan í mentamálum og rektarin á Setrinum fyri sær?

Nú gongur sjón fyri søgn, tað var sum eg bar ótta fyri  og gjørdi greitt í lesarabrøvum fyri stuttum.

Komandi útbúgvingin í løgfrøði á Setrinum kann, sum er, ikki brúkast í rættarskipanini :

1.    Mann kann ikki gerast advokatur
2.    Mann kann ikki gerast dómari
3.    Mann kann ikki gerast ákæri

Tað staðfesta bæði Løgmansskrivstovan og danska Løgmálaráðið. 

Útbúgvingin er heldur ikki góðkend av donsku útbúgvingarmyndugleikunum, og fyrr enn tá nertir danska Løgmálaráðið ikki við rættargangslógina. Full vissa má sjálvandi vera fyri, at útbúgvingin er sambærilig við ta fornemmu donsku jura-útbúgvingina, ið er tillagað okkara væl skipaðu donsku rættarskipan.

Kortini hevur Setrið skrivað á sína heimasíðu, at 5 ára útbúgvingin fer at geva atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m. Hevði hetta verið marknaðarføring, hevði tað nokk komið undir grova villleiðing, tí hetta er eftir øllum at døma beinleiðis skeivt - og pínligt!

Hvørki Setrið ella nýggja landsstýriskvinnan í skúlamálum, Hanna Jensen, hava víst teimum lesandi ella fakinum so mikið av virðing, at tey hava kannað nakað so grundleggjandi sum hetta, áðrenn útbúgvingin bleiv góðkend. Ímyndið tykkum, um hetta fyrst kom fram, tá ið onkur var farin ígjønum eina fimm ára langa útbúgving. Tað var viktigari fyri nýggju landsstýriskvinnuna at fáa okkurt skjótt á politiska avrikslistan og so at satsa uppá, at tað gekk, heldur enn at tryggja ungdóminum her í landinum eina veruliga útbúgving í løgfrøði. Eina útbúgving, ið kann geva somu møguleikar sum tann etableraða danska útbúgvingin í løgfrøði gevur.

Men nú verður spennandi at lesa svarið til § 52a fyrispurningin frá partamanninum, Helga Abrahamsen, til Honnu Jensen. Um svarið ikki er í tráð við greiðu støðuna hjá danska Løgmálaráðnum, er spurningurin, um ikki grundarlag er fyri einum misáliti á landsstýriskvinnuna.

Hetta málið er ein gøla, og dømi um óseriøsitet og eina landsstýriskvinu, ið heldur føroyskan ungdóm fyri gjøldur. 

Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at feløgini fyri tey lesandi nú tala harðliga at Setrinum og landsstýriskvinnuni í skúlamálum.

Johan Dahl

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi