Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Høgni Hoydal: So fór Sambandsflokkurin spolandi 200 ár aftur í tíðina...

Innanlands, Lesarabrøv | 12/04-2019 07:08

Vit kunnu øll fegnast um og vera errin av, at vit loksins fáa eina føroyska løgfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetrinum. Men sum vanligt roynir Sambandsflokkurin støðugt at bróta niður álitið á okkum sjálv, og heldur seg kunna ræða okkara dugnaliga og víðskygda ungdóm til at venda Føroyum og føroyskum førleikum bakið.


Talan er um eitt hjartamál, ið hugsjónarfólk hava stríðst fyri í meira enn hálva øld. Talan er um eitt stórt framstig í okkara útbúgvingarskipan og í møguleikunum hjá fólki at nema sær útbúgving og at granska í Føroyum. Talan er um ein grundarstein í føroyskari tjóðarbygging.
Talan er um nýggju løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum í fyrsta umfari er á bachelor-stigi og síðani verður bygt út til master-stig.
Fyri meira enn 70 árum síðani skutu hugsjónarfólk upp at stovna hægri útbúgving í løgfrøði í Føroyum. Tí við lóg skal land byggjast. Og við eini hægri útbúgving í løgfrøði styrkja vit bæði okkara egnu løgsøgu og okkara førleikar í lóg, fyrisiting, rætti, dómsmálum og altjóða lóg.

Talan er um eina fortreyt fyri at byggja egið føroyskt dómsvald,rættarskipan, løgreglu og at byggja fyrisiting og lóg í Føroyum, sum er grundað føroysk viðurskifti. Og at fara út í altjóða lóg við støði í føroyskum royndum. Hetta er partur av tí, vit hava droymt um. Og tøkk og heiður til tykkara, ið hava gjørt hetta møguligt.

Talan er um eitt mál, ið vit øll áttu at kunnað fegnast um og verið errin av. Afturhaldið vaknar Men Sambandsflokkurin sigur: Ikki talingur um! Vit skulu ikki virða okkara egna ella menna okkara egnu førleikar í Føroyum og í heiminum! Vit skulu ikki gera nakað, ið kann byggja nútímans tjóð og skapa okkara ungdómi og fólki og møguleikar! Vit skulu ikki gera nakað, ið kann minka um danskt vald í Føroyum!

Ístaðin fer Sambandsflokkurin undir at ræða okkara ungfólk frá at velja at taka hesa útbúgving í Føroyum. Tí so skulu tey ikki kunna fáa starv sum advokatar og dómarar í Føroyum, tí tað sigur danska rættargangslógin! Á, tær visjónir!

Av óskiljandi orsøkum heldur eisini okkara kringvarp saman við onkrum privatum miðli og privatum advokati, at hetta eru væl grundað tíðindi og væl valt sjónarhorn at bera fram til Føroya fólk. Ja, sama kringvarp, ið varð stovnað, hóast Sambandsflokkurin bardist við hond og fót ímóti, at vit skuldu hava føroyskt útvarp og sjónvarp. Og sum ræddi á sama hátt við, at føroysk tíðindi fóru at taka tað danska frá okkum og at vit kundu ongantíð hava førleikar til slíkt og at menna okkara egnu miðlar. Okkara egna var jú altíð verri og vit fóru ongantíð at duga tað sama sum í Danmark.

Sama søgan umaftur
Á sama hátt bardist Sambandsflokkurin ímóti føroyskum máli í okkara skúla, kirkju, í rættinum og í umsitingini. Vit vóru jú ikki klár, og tað fór ongantíð at verða góðtikið í donsku skipanini, søgdu teir. 

Og á sama hátt bardist  Sambandsflokkurin við hond og fót ímóti, at vit skuldu hava okkara egna Fróðskaparsetur. Móti fiskimarki, vegum, flogferðslu, altjóða samstarvi, egnum heilsuverki, pensjónum, vælferðartænastum og so framvegis. Og ímóti øllum tí, sum vit savnast um, og eru ernast um í dag. Vit hava júst hátíðarhildið 200-ára føðingardagin hjá V.U. Hammershaimb og halda í ár eisini 100 ára dagin fyri, at Merkið á fyrsta sinni varð vundið á stong í Føroyum.
Sambandsflokkurin segði júst tað sama um føroyskt sum nútímans mál og um at hava egið flagg,sum teir nú flagga við um løgfrøði á Fróðskaparsetrinum. Har er onki nýtt undir sólini. Teir spola gleðiliga bæði 100 og 200 ár aftur í tíðina.
Og her tosi eg sjálvandi um Sambandsflokkin og sambandspolitikk – ikki um sambandsfólk sum heild, tí tey byggja sjálvandi land hvønn dag. 

Vit fara at vinna á afturhaldinum

Men vit vita, at afturhaldið fer ikki at vinna. Tí vit kunnu spyrja: Hvørji mál hevur Sambandsflokkurin havt sum visjón at byggja upp í Føroyum sum eitt nútímans og mennandi samfelag? Hvat av teimum er framt? Og hvussu nógv mál hava teir barst ímóti og bara havt sum boðskap, at tað skal vera danskt og sum í Danmark? Hvussu nógv orka er farin til at bróta niður og niðurgera okkara egna, heldur enn at byggja upp og skapa Føroyar sum eina nútímans tjóð í
heiminum?
Men kortini hevur tað eydnast at vinna á undirbrotligheitini og undirmetingini av okkum sjálvum, hvørja ferð. Og tá tekur eisini Sambandsflokkurin at enda undir, tá alt er framt.
Sjálvandi kunnu vit lesa løgfrøði á Fróðskaparsetrinum og byggja upp okkara vitan og gransking um lóg. Danska rættargangslógin er ongin forðing.
Bæði tí vit sjálvandi megna at byggja bæði góðar og hóskandi útbúgvingar til føroysk viðurskifti, ið hava altjóða støði, og vit hava ov mikið av dugnaligum fólki og ungdómi, sum standa seg framúr í altjóða høpi. (Annars eru heldur ikki bretskar, franskar týskar, svenskar, norskar, amerikanskar, kinesiskar ella aðrar løgfrøðiútbúgvingar góðkendar í donsku rættargangslógini. Havi ikki hoyrt, at tey hava stongt síni universitet ella rætt síni fólk frá at nema sær útbúgving har.)
Og ikki minst tí vit taka sjálvandi taka dómsmál, rættarskipan og løgreglu á føroyskar hendur í komandi valskeiði.

Við lóg skal land byggjast. Og eg eri sannførdur um, at okkara altjóða víðskygdi ungdómur fer at velja ta trongskygdu donsku nasjonalismuna frá og byggja land við bæði lóg og “love”.

Við tjóðveldiskvøðu

Høgni Hoydal


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi