Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Vit gera sama arbeiði sum Nóa

Innanlands | 13/04-2019 15:00

-Vit eru í holtur við at kanna noturnar millum bjálkarnar á Johannu, sum vit eftirhyggja hvørt ár. Hevur hon verið í vánaligum veðri, so sæðst tað aftur, tí so er meiri at konfadra enn vanligt- 
Tað sigur stjórin á Vágs skipasmiðju, Gudmundur Jacobsen.

-At konfadra er at sláa “verk” inn ímillum bjálkarnar, so hon er tøtt. Síðani verður bika, (tjúkk tjøra), smurd uttaná, sum hjálpir til við at halda tætt og at halda verkinum inni millum bjálkarnar, sigur Gudmundur.

-Hóast Johanna er í góðum standi, so sæðst aldur á henni. Hon er 133 ára gomul og skal tí viðlíkahaldast sum eitt gamalt skip, sigur hann.

Johanna og Thorshavn verða pussaðar upp í Vági til hundrað ára haldið hjá Merkinum í summar og til Føroya Regatta. 


Páll Jacobsen, sonur Gudmund, sum er í læru sum skipstimbrari, hjálpir pápanum við at konfadra. Hann er óivað einasti skipstimbraralærlingur í Føroyum í løtuni.

Gudmundur flennir og sigur frá einum ungum drongi, sum var í starvsvenjing á Skipasmiðjuni. Tá teir fóru at konfadra, spurdi drongurin, hvat teir gjørdu? 
“Vit konfadra og bika, ja gera sama arbeiðið sum Nóa gjørdi við ørkina á sinni”(1 Mós 6)
“So hava tit ikki ment tykkum nógv síðani tá,” segði drongurin undrandi.

Teimum og sjófólkunum verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Kelda: Føroya Sjómansmissión. Myndir TJ-myndir 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Prát um garðdag hjá kirkju­ráð­num og um kórið Effata, sum hevur verið gospel-túr við Norrønu
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Moralska kumpassin
Prát við Ragnar Danielsen um bók hann skrivar við øðrvísi lokalum søgum
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Maskinur­nar fluttar til Hvalba
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Garðdagur í barna­garði­num Lítlafløtti
Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Magn í Saltangará nyggja bil vaskimaskinu
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi