Globala upphitingin skapar nýggja havn í Íslandi
Útlitini til at globala upphitingin fera at gera tað møguligt at sigla millum USA og Asia umvegis landnyrðingsleiðina, hevur fingið týska havnafelagið, Bremenports BmH, saman við einum íslendskum samstarvsfelaga og tveimum íslendskum kommunum, at gera eina nyggja djúpvatnshavn á Norðurlandinum.
Havnargerðin fer í gongd um eini 3-5 ár, og øll ætlanin verður væntandi liðugt útbygd u 30-40 ár.
Tankin aftanfyri er at gera nýggju havnina, Finnafjord Port, til eitt springbretti millum Amerika og Asia gjøgnum landnyrðingsleiðina, og eisini millum Grønland og restina av heiminum. Havnin kann eisini nýtast at útflyta framleitt hydrogen.
Bremenports eigur 66 prosent í Finnafjord Port Development Company, meðan íslendska menningarfelagið, EFLA Consulting Engineers, eigur 26 prosent. Seinastu 8 prosentini eiga tær tvær kommunurnar, sum lata grundøkið, Langanes og Vopnafjørður.
Keldur: antares.fo/Maritime Danmark
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur