Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Sjúkrahúsið eisini partur av mentanarnáttini 2019

Innanlands, Mentan | 13/04-2019 17:00

Suðuroyar Sjúkrahús eigur sín sjálvsagda part av gerandisdegnum hjá øllum okkum suðuroyingum. Onkursvegna koma vit øll, minst einaferð á ævi okkara, á gátt í sjúkrahúsinum.

Tó, so er tað ikki nøkur sjálvfylgja at Sjúkrahúsið luttekur í mentanarligum tiltøkum í nærumhvørvinum. Tað er tí okkum til stóra gleði, at Sjúkrahúsið aftur í ár er partur av mentanarnáttini á Tvøroyri.

Frá kl. 16:00 – 18:00 er fysiurgiska deild karmur um framúr væl umtóktu “bamsuskaðastovuna”. Tiltakið var eisini í fjør og tá var tað so mikið væl umtókt, at starvsfólkini næstan ikki megnaðu at fylgja við. Í ár hava tey kallað eyka manning inn, so at allar neyðars bamsurnar kunnu verða kannaðar og fáa neyðugu viðgerðina. Starvsfólkini gleða seg til at heilsa uppá børnini og vóna at tey fáa ein góðan dag.

Eins og seinastu tvær mentanarnæturnar, so verður eisini møguligt at fara ein túr “handan gerandisdagin” á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Her fært tú møguleikan at síggja Sjúkrahúsið frá einum øðrum sjónarhorni, saman við staðkønum frásøgufólki. Túrurin byrjar við innkoyringina, kl. 20:30 og øll eru hjartaliga vælkomin.

kelda: tvoroyri.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Prát um garðdag hjá kirkju­ráð­num og um kórið Effata, sum hevur verið gospel-túr við Norrønu
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Moralska kumpassin
Prát við Ragnar Danielsen um bók hann skrivar við øðrvísi lokalum søgum
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Maskinur­nar fluttar til Hvalba
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Garðdagur í barna­garði­num Lítlafløtti
Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Magn í Saltangará nyggja bil vaskimaskinu
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi