Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sosialistiski staturin má steðgast

Innanlands, Lesarabrøv | 13/04-2019 20:00

Fólkaflokkurin er ein borgarligur og frælslyntur sjálvstýrisflokkur. Vit ynskja  tjóðarfrælsi, men tað skal verða við borgarligum frílyntum politikki. Okkara borgarar og vinna skulu í miðdepilin.

Tað skal ikki verða  eftir socialistiskum leisti, har staturin er miðdepilin og har landskassin leggur sína køvandi hond á alt og øll.

Eitt stýri, sum ikki lurtar eftir pørtum á arbeiðsmarknaðinum og sum fløkir alt saman í ein ellibita við reglugerðum og kunngerðum, sum ikki eingong landstýrismaðurin sjálvur megnar at umsita. Alt flýtur bara.

Framburðurin steðgaður
Vit hava fingið staðfest, at undir hesi samgonguni er framburðurin í fiskivinnuni steðgaður og inntøkurnar  minkaðar. Ongin í vinnuni torir at gera stórar íløgur.

Um sitandi samgonga sleppur at halda áfram, so hava vit higartil bara sæð byrjanina til komandi sosialistiska statin eftir tjóðveldisleisti. Tað sýnist sum allir sterkir og dugnaligir vinnuaktørar, sum tjena pengar, skulu niður við nakkanum.

Landstýrismanninum skal heimilast at stýra øllum eftir egnum lógum og kunngerðum.

Eru hetta einaveldisdreymarnir hjá landstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum stinga undan hógvunum? Er friðarliga kollveltingin í gongd? Eru á veg móti statinum, har staturin er miðdepilin og eigur alt og øll?

Fíggjarliga frælsiðFólkaflokkurin leggur stóran dent á persónliga frælsið. Frælsi hins einstaka at virka og brúka sínar gávur og síni evnir uttan at blíva revsaður í skattum og avgjøldum. Tað skal løna seg at arbeiða og gera ein innsats.

Ikki sum nú, har fólk blíva revsaði fyri at gera ein eyka innsats, og har tað í nógvum førum lønar seg eins væl onki at gera.

Ein stórur og týðandi partur av okkara persónliga frælsi, er tað fíggjarliga frælsið. Frælsið at ráða yvir egnum hart vunnum krónum. Tað er lítið vunnið við einum tjóðveldistjóðarfrælsi, um vit í eini  komandi sosialistiskari tjóðveldisrepublik blíva bundin niður í skattum og avgjøldum og personliga sjálvstýrið blívur tikið frá okkum. So hava vit higartil bara sæð byrjanina.

Pengar hjá øðrum     
Tað krevst ábyrgd,  skil og sparsemi at taka avgerðir um, hvat skattaborgarans peningur - peningur hjá øðrum skal brúkast til. Spurningurin er um sitandi samgonga og sosialisma yvirhøvur hevur maktað hetta??

Krónurnar  eru fossaður inn í landskassan, men so sanniliga eisini fossaðar úr kassanum aftur nú  í skjótt 4 ár og gera tað framvegis.

Vanligi lønmóttakarin hevur ongan lætta merkt, soleiðis sum lovað bleiv áðrenn valið. Hann blívur framvegis undirdýktur í skattum og avgjøldum og missir meir og meir sjálvstýri.  

Tey ungu, sum júst eru byrjaði á arbeiðsmarknaðinum øtast yvir, hvussu lítið tey hava eftir av síni løn. Landið fer avstað við einum sera sera trivaligum parti.

Tað almenna hevur havt eina stóra yvirnormala nýtslu síðstu 4 árini, men tað, sum hevur bjargað okkum, eru góðu lunnarnir, sum undanfarna borgarliga samgonga legði. Sitandi sosialistiska  samgonga hevur heystað ágóðarnar av borgarliga politikkinum hjá undanfarnu samgongu. Hetta hava vit so ofta sæð áður.

Føgur tóm orð og tala til  kenslur
Tjóðveldi hevur í hesi samgonguni enn einaferð prógvað, at teirra politikkur bert eru føgur tóm orð. Tos til kenslur hjá fólki uttan nakað veruligt innihald.

Tey hava nú sitið í landsins stjórn í skjótt 4 ár og fólk eru blivin knokkroytt í skattum og avgjøldum.

Sum nevnt omanfyri er skatta og avgjaldspeningur fossaður inn í landskassan øll 4 árini.

Góðu tíðunum í Føroyum eigur sitandi samgonga ongan heiður í. Hon skal takka undanfarnu borgarligu samgongu fyri góðu tíðirnar og fólkavøksturin. Tað vóru vit borgarligu, sum vanligt, sum løgdu lunnarnar.


Halda fast við føroysku krisnu grundvirðini
Vit skulu byggja á tey góðu føroysku kristnu grundvirðini.

Grundvirðir, sum hava bygt okkara land í øldir, og sum vit øll hava notið gott av. 

Grundvirðir, sum hava gjørt Føroyar til besta stað í heiminum. Hesi grundvirðir skulu vit halda rimmarfast við til frama fyri land og fólk.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi