Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Fleiri páskastevnur um landið

Átrúnaður | 14/04-2019 13:08

Páskaboðskapurin er kjarnin í kristnu trúnni, og tí skipa fleiri missiónshús fyri páskastevnum aftur í ár.

Í Suðuroy skipa missiónshúsini fyri felags páskastevnu, sum í ár verður hildin í Porkeris skúla. Møtini byrja langafríggjadag, tá Krista Magnussen av Nesi, Eysturoy, talar. Páskaaftan talar Pauli Berthelsen av Strondum, og páskadag talar Elisabeth Leo úr Skopun.

Meinigheitshúsið í Havn er eisini karmur um eina páskastevnu. Langafríggjadag er evnið “Tann líðandi Kristus”, og tað er Marjan Nielsen, ið talar. Jórun Pólsdóttir syngur. Páskaaftan er evnið “Tann líðandi kirkjan”, og tá talar Marjan Nielsen aftur, og Ingmar Berg og Jóhanna Lützen syngja. Páskadag er evnið “Tann sigrandi Kristus”. Tá talar Jákup Justinussen, og Blátt gras syngur og spælir. Annan páskadag talar Heri Kjærbo um evnið “Tann sigrandi kirkjan”, og Elsa Maria Dam spælir tónleik.

Eisini á eystara armi á Skálafirðinum verður felags páskastevna undir heitinum “Tað er fullgjørt!”. Missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri. Lagt verður fyri langafríggjadag kl. 18 í Glyvra missiónshúsi, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Manskórið í Rituvík syngur. Sama kvøld verður ungdómsmøti á Glyvrum kl. 21 við Andriasi Magnussen, aðalskrivara. Páskadag kl. 18 verður møti í Tabor á Toftum. Mariann D. Poulsen talar, og Streingjakórið á Glyvrum syngur. Annan páskadag verður møti kl. 18 í Rituvíkar kirkju. Jógvan Højgaard, trúboðari, talar, og Streingjakórið á Toftum syngur.

Í Gøtu og Leirvík skipa missiónsarbeiðini somuleiðis fyri felags páskastevnu. Møtini um skírishalguna verða í kirkjukjallaranum í Gøtu, og páskadagarnar verða tey í Leirvíkar missiónshúsi. Skírisdag og langafríggjadag tala Hilda Viderø og Jóhannes Johannesen úr Klaksvík. Fyrra dagin syngja Oddmar og Sonny, og seinna dagin Bethaniakórið. Páskadag í Leirvík talar Torleif Johannesen av Nesi, og menn úr KFUM&K í Klaksvík syngja. Annan páskadag talar Kristian á Reynatrøð, og kórið Vón syngur.

Umframt hesar páskastevnur eru sum vanligt møti í missións- og meinigheitshúsum um landið halgidagarnar.

kelda: https://trubodin.fo

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát við Jógvan Gregersen, stjóra á Vaðhorn Seafood.
Prát um garðdag hjá kirkju­ráð­num og um kórið Effata, sum hevur verið gospel-túr við Norrønu
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Moralska kumpassin
Prát við Ragnar Danielsen um bók hann skrivar við øðrvísi lokalum søgum
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Maskinur­nar fluttar til Hvalba
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Garðdagur í barna­garði­num Lítlafløtti
Iran fyrireikar seg til at verða skuldsett fyri álop á tangaskip
Kirkjan skipaði fyri garðdegi
Magn í Saltangará nyggja bil vaskimaskinu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi