Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Notre-Dame verður bygd uppaftur eftir eldin í gjárkvøldið

Uttanlands | 16/04-2019 08:06

Kirkjan fór rættiliga illa, men tað kundi verið uppaftur verri.

Kenda dómkirkjan í Paris, Nortre-Dame fór rættiliga illa av eldi í gjárkvøldið. Tað var millum klokkan 6 og 7 at eldurin varð fráboðaður.

Umvælingararbeiði hevur í eina tíð verið gjørt í kirkjuni, og møguliga var tað orsøkin til eldin.

Borgarstjórin í Paris, Anne Hidalgo skrivaði á Twitter í nátt, at arbeiðarar á staðnum fingu bjargað fleiri týdningarmiklum lutum út úr kirkjuni. Millum lutirnar skulu vera tornakrúnan og eitt heilagt klædnaplagg, sum Ludvíg IX, kongur, bar í 13. øld.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, helt seint í gjárkvøldið tíðindafund uttanfyri Notre-Dame, og í eini sjónvarpsrøðu segði hann, at landið fer at endurreisa Notre-Dame eftir eldin, skrivar AFP. Hann bað samstundis altjóða samfelagið um at hjálpa til við arbeiðinum, og boðaði frá, at hann í dag fer at taka stig til eina altjóða innsamling.

Macron kallaði eldin ein syndarligan sorgarleik, men segði samstundis, at tað sær út til, at tey eru sloppin undan tí allar ringasta.

UNESCO (sum er ST-stovnurin fyri útbúgving, mentan, samskifti og vísindi) hevur lovað at stuðla Fraklandi í arbeiðinum við at endurbyggja Notre-Dame. Kirkjan hevur staðið á heimslistanum hjá UNESCO síðani 1991.

Farið varð undir at byggja kendu dómkirkjuna í 1163, og arbeiðið varð ikki liðugt fyrr enn næstan 200 ár seinni -  í 1345.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Metis NÙ beinleiðis á R7 nú klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Tíðindi klokkan 12
Manning á Sjóborg avhoyrd
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Moralska kumpassin
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Metis - Øll sendingin - 18. juni 2019
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nýggi minnisvarðin í Svínoy
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi