Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jóannis Fonsdal prestur: - Fólk lata meiri við mobilepay

Uttanlands | 19/04-2019 16:00

Um ein vil tað ella ikki, so er tað kortini ein veruleiki at okkara samfelag gerst meiri og meiri leyst av tí reiða peninginum. 

Hóast mong av teimum tilkomnu enn brúka reiðan pening at gjalda við, er hetta samstundis vorðin ein minni og minni týðandi gjaldsháttur hjá yngra ættarliðinum. 

Tað er bæði einfaldari og lættari, at tú sleppur undan at ganga við myntum og seðlum uppi á tær, tá tú skal gera einihvørji ørindi. 

Sum vit vístu á í eini grein her á heimasíðuni hin 15. mars í ár við yvirskriftini “Færri myntir í talvuna: Glaðir gevarar brúka nú mobilepay”, er henda gongdin eisini at síggja í donsku fólkakirkjuni. 

Enn er hetta ikki vanligt í kirkjum okkara. Men ikki er óhugsandi, at soleiðis sum gongdin er í samfelagnum, er helst bert ein spurningur um tíð, til hetta verður gjørt her við. 

- Hjá okkum er tað so, at meginparturin av okkara innsavningum í kirkjuni verða gjørdir umvegis mobilepay, sigur Jóannis Fonsdal, ið virkar sum prestur við Emdrup Kirke í Keypmannahavn. 

- Vit brúka tað nógv, leggur hann aftrat. 

KONTANTLEYST SAMFELAG 
Jóannis Fonsdal, sum er ættaður av Skála upplýsir, at tey byrjaðu at brúka Mobile Pay í samband við innsavningar fyri sløkum fimm árum síðani. 

- Vit fóru undir hetta í september 2014, og hava brúkt tað líka síðani, upplýsir hann. 

Fyri tey í Emdrup Kirke er eingin ivi: Hetta hevur nógvar fyrimunir við sær – men sjálvandi eisini vansar. Fyrimunurin er, at tað er nógv lættari at skipa eina innsavning soleiðis, tí fólk ikki nýtast at hava reiðan pening við sær í kirkju. 

Veruleikin í danska samfelagnum er, at hetta er vorðið alt meiri kontant-leyst, sum tey siga. 

- Ja, tað eru bara tey fægstu, sum hava reiðan pengin uppiá sær, til dømis í kirkju. 

- Nú kemur meginparturin av pengunum inn umvegis Mobile Pay. 

GÁVUMILDNI 
Hevur eitthvørt eina forsíðu, so hevur tað somuleiðis eina baksíðu. 
Hetta ger seg eisini galdandi hjá donsku kirkjunum, tá talan er um at savna inn við korti, heldur enn við reiðum peningi. 

Ein vansi við hesum gjaldshátti er, at eingin hevur hóming av, hvussu nógvur peningur kemur inn við mobilepay, í mun til um ein letur pening í talvuna, tá innsavning er. 

- Ja, hatta er júst trupulleikin, sigur Jóannis Fonsdal. 

- Eg havi tosað við kassameistaran í kirkjuni. Og hann sigur, at tað ber ikki til at siga heilt nágreiniliga, um Mobile Pay hevur gjørt fólk meiri gávumild. 


TALVAN GONGUR 
Fyri tey í Emdrup Kirke hava sjálvandi gjørt sær sínar hugsanir um henda eyka møguleikan, síðani tey byrjaði við elektroniskum gjaldshátti í 2014. 

Her hevur ofta verið tikið fram, at tað er kanska meiri ein spurningur um, hvørt Mobile Pay gevur kirkjufólkinum betri møguleika fyri at geva, tí tey fægstu hava pening við sær. 

Fyri mong er Mobile Pay í roynd og veru einasti møguleikin fyri at geva: Tað er kanska eisini lættari at geva 100 krónur við Mobile Pay, enn at leggja ein 100 krónuseðil í bússuna. 

- Her má ein heldur ikki gloyma, at í okkara kirkju gongur talvan ikki runt sum gjørt verður í Føroyum. Vit hava soleiðis bara eina bússu aftast í kirkjuni til hetta, sigur Jóannis Fonsdal. 

Og hann sigur at enda: 

- Her í Emdrup hava vit hinvegin valt at hava ein sunnudag um mánaðin, har vit lata talvuna – í okkara føri eina kurv - ganga runt í kirkjuni. Tað vísir seg, at innsavningin verður størri á henda hátt – bara í 2018 komu 70 prosent inn umvegis Mobile Pay! 

Orð: Snorri Brend 

Greinin stendur á folkakirkjan.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi