Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kommunan svarar Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur

Innanlands, Lesarabrøv | 17/04-2019 07:24

Kommunan vildi fegin hava verkætlanina at bera til, tí eftirspurningurin eftir bústøðum í Tórshavnar kommunu hevur verið stórur.

Í skrivi sent miðlunum vil formaðurin í Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur, John Johannesen, vera við, at Tórshavnar kommuna hevur hildið felagið fyri gjøldur. Málið snýr seg um áheitan frá felagnum um at keypa eitt stykki frá Tórshavnar kommunu til bústaðarbygging, uttan at lendið fyrst verður boðið út.

Endamálið hjá felagsskapinum hevur verið at útvega fleiri nýggjar bústaðir. At fáa fleiri bústaðir til vega er eitt neyðugt og gott endamál, og tí hevur Tórshavnar kommuna eisini viðgjørt umsóknina gjølla. Men kommunan hevur ikki heimild til at tilluta eitt stykki burtur til ávísan felagsskap.

Kommunur skulu sambært §44 í kommunustýrislógini bjóða fastogn alment út í sambandi við sølu. Hetta er ásett til tess at tryggja øllum javnbjóðis møguleika at ogna sær kommunala fastogn. Undir ávísum treytum ber sambært kunngerð um fastognasølu frá 22/12-2000 til at selja lendi uttan fyrst at bjóða hetta út alment. Men kommunan metti ikki, at felagið leyk treytirnar fyri at víkja frá kommunustýrislógini.

Kommunan vildi fegin hava verkætlanina at bera til, tí eftirspurningurin eftir bústøðum í Tórshavnar kommunu hevur verið stórur. Ein loysn var, at kommunan leigaði lendið út til felagið yvir 30 ár, sum er longsta áramálið, kommununi er heimilað at langtíðarleiga fasta ogn. Men hesa treyt ynskti felagið ikki at fara undir. Tí tók Tórshavnar kommuna spurningin um langtíðarleigu í upp í 50 ár til marknaðarprís upp við Heilsu- og Innlendismálaráðið. Men tíverri bar ikki á mál við verkætlanini hjá Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur.

Samanumtikið hevur kommunan víst ein góðan vilja og hevur roynt at fáa verkætlanina at bera til. Kommunan hevur verið á fundi og sent skriv til landsmyndugleikarnar fyri at gera tað gjørligt at víðka um heimildirnar, tí at kommunan ásannar, at tørvur er á fleiri bústøðum. Men tað ber ikki til hjá kommununi at fáa loyvi frá landsmyndugleikunum til at langtíðarleiga lendið til endamálið.

Tórshavnar kommuna hevur orðað ein bústaðarpolitikk, sum millum annað skal fjøltátta møguleikarnar hjá fólki at seta búgv. Verkætlanin hjá Sjálvsognarfelagnum Kirkjubøarvegur kundi fjálgað um endamálið, sum er lýst í bústaðarpolitikki kommununnar. Tað hevði munað væl. Men tíbetur er tað gleðiliga hent seinastu mánaðirnar, at fleiri stórar verkætlanir eru settar í verk soleiðis, at komandi tíðina fara sløk 1000 fólk at fáa tak yvir høvdið aftrat í Tórshavnar kommunu.

Men enn er ikki komið á mál við at nøkta tørvin á bústøðum í Tórshavnar kommunu. Tí er ætlanin at bjóða eitt stykki undir Fjalli við Marknagilsvegin út í fríðari sølu til bústaðarendamál, tá ið heildarætlanin fyri hetta økið er liðug.

Tórshavnar kommuna 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi