Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Irdi ætlar sær ein av teim 33 tingsessunum

Innanlands, Politikkur | 18/04-2019 14:00

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu heldur, at tað mangla sterkar røddir úr útjaðaranum í Føroyum, sum tora at verja borg. Hon stillar upp fyri Miðflokkin.

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu heldur, at tað mangla sterkar røddir úr útjaðaranum í Føroyum, sum tora at verja borg. 

Irdi Jacobsen býr í Norðdepli har hon eisini er fødd og uppvaksin. Hon er 41 ár og starvast sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Seinnu árini hava vit serliga hoyrt hana verða aktiva í málinum um tunlar Norður um Fjall.

- Grundin til at eg stilli upp er, at sæð í ljósinum av hesum farnu valskeiðunum, so mugu vit bara staðfesta at Norðoyggjar, her uppií økið eystan Múla, og útjaðaranum í Føroyum sum heild, mangla sterkar røddir, sum tora at verja borg, sigur Irdi.

- Í meira enn 10 ár havi eg sitið í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu og milliónirnar til íløgur, sum eru dotnar úr landskassanum og niður í okkara kommunu kunnu teljast á einari hond, staðfestir Irdi, ið saknar útjaðararøddir, ið ikki smæðast at gera vart við, at vit eisini eru ein partur av føroyska samfelagnum.

Hon vil at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív skulu hava tryggar karmar og hon heldur at løgtinginum tørvar politikarar, ið vilja seta ein hægri standard tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki loyva í okkara landi.

Tá vit spyrja hana hví hon stillar upp fyri miðflokkin er hon ivaleys.

- Eg havi í nógv ár eftirhondini verið miðflokkaveljari, og tí liggur tað nátúrligt fyri meg at bjóða meg fram á miðflokkalistanum. Eg haldi, at vit í Føroyum hava brúk fyri politikkarum úr øllum flokkum, sum vilja seta ein hægri standard, tá tað kemur til etikk og hvat vit vilja loyva og ikki vilja loyva í okkara landi.

- Rákið seinastu árini vísir greitt at tørvur er á fólki, sum ikki letur seg reka higar og hagar av rákum bæði uttanífrá og innanífrá. Eg eri samd við miðflokkinum um, at familjan er kjarnan í samfelagnum, sigur Irdi Jacobsen.

Eitt sterkt vinnulív hevur stóran týdning fyri borgarstjóran.

- Eg fari at arbeiða fyri at føroyskt vinnulív - tað verið seg bæði fiskivinna, alivinna og aðrar vinnur - skulu hava tryggar karmar. Tað er umráðandi, at vit - samstundis, sum vit seta krøv til burðardygd - eisini geva vinnuni geva møguleikar til effektivisering, nýhugsan og endurnýggjan.

Nýggja valevnið heldur, at eitt sterkt vinnulív fer at bera Føroyar inn í framtíðina - eina framtíð, har Føroyar eiga at vera sjálvstøðugar. Men tað hevur eina avgjørda fortreyt, sigur nýggja valevnið:

- Eg ynski at vit loysa frá Danmark, men tað skal gerast við einum sjálvberandi búskapi og sterkum burðardyggum vinnulívi, sigur Irdi Jacobsen at enda.

 

midflokkurin.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi