Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Yvirfriðingarnevndin ynskir ikki at taka støðu til friðingina á Víkum

Innanlands | 20/04-2019 08:00
Á Víkum

Í síðstu viku kom svar upp á umsókn hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, um at friða sjóøkið og landøkið á Víkum. Í svarinum gerst greitt, at sjóøki er umfatað av náttúrufriðingarlógini, men at umsóknin um friðing er so umfatandi, at Yvirfriðingarnevndin ikki ynskir at taka støðu til friðingina. Víst verður ístaðin til eina lóg - margfeldislógina - sum einaferð í framtíðini møguliga fer at koma í gildi í Føroyum. Tað skrivar FNU á heimasíðu síni. 

FNU metir at grundgevingin um, at náttúruvernd er eitt ov víðfevnt øki hjá myndugleikanum at umsita, má metast at vera at loypa undan ábyrgd. "At lata laksaaling koma í eina einastandandi vakra og væl goymda náttúruperlu vísir eina órógvandi líkasælu fyri náttúruni. Sum evsti friðingarmyndugleiki hevur Yvirfriðingarnevndin eftir galdandi náttúrufriðingarlóg heimild til at fara undir eina friðingartilgongd av einum tí størsta og mest fjarskotna náttúruøki í Føroyum", skrivar FNU. 

Stríðið fyri Víkum byrjaði fyri tveimum árum síðan, tá fólk gjørdust varug við, at P/F Luna ætlaði at ala laks út fyri Víkum. Ì miðlunum heitti Sigurd Nordendal og onnur inniliga á myndugleikar og politikarar um at friða serstaka landslagið og náttúruna kring gomlu avtoftaðu niðursetubygdina. Eini 300 fólk gingu friðingargongu Norð á Munna, har útsýni er á Víkar, og 1412 fólk skrivaðu undir friðingaráheitan, sum varð handað Yvirfriðingarnevndini.

Eingin umhvørvisárinsmeting er gjørd av djóralívinum ella náttúruvirðinum í økinum á Víkum. Tað er sjáldsamt ikki at gera eina umhvørvisárinsmeting, tá farið verður undir aling, og undranarvert at hetta ikki er krav í Føroyum, halda tey í FNU. 

FNU kærdi bæði loyvið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og góðkenningina frá Umhvørvisstovuni, men báðar kærurnar vórðu vístar aftur.  Eftir stendur, at hvørgin stovnur metir seg hava ábyrgd av at taka náttúrna við í viðgerðini av nýggjum aliøkjum.

FNU heldur, at eingin alilaksur eigur at verða settur út á Víkum áðrenn margfeldislógin er samtykt og ein komandi náttúrufyrisiting hevur viðgjørt umsóknina um friðing. Tey vænta, at margfeldislógin fer at geva heimild til at skipa ymisk sløg av verndarøkjum. Tey vísa tó á, at tað kann gerast drúgt at bíða eftir nýggjum lógum og fyrisitingum og tí skulu galdandi lógir brúkast til at tryggja náttúruna, og her hava okkara myndugleikar svikið so dyggiliga. 

Les alla greinina hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag á heimasíðu teirra her


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi