Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Lýsing
Lýsing

Manglandi ástøði (teori) í fiskivinnunukjakinum

Fiskivinna, Lesarabrøv | 20/04-2019 09:00

Tað finst ongin  vísindalig frágreiðing við støði í teori og emperi, um fiskivinnu-nýskipan í Føroyum.

Fiskivinnan hevur alstóran týdning fyri Føroyar og skal tí skipast við sakligum argumentum. Tað er ikki gjørt higartil. Tí havi eg valt at skriva hesa grein.

Til tey, sum ikki tíma at lesa langar tekstir, kann viðmælast at lesa byrjan og endan. Alt er tó skriva soleiðis, at øll kunnu fáa okkurt burtur úr. Hetta er ikki ein grein um hvussu vit best skipa fiskivinnuna.

Eg havi verið okkurt stutt tíðarskeiðið á universiteti. Havi skiparaprógv og havi siglt nøkur ár. Eg havi lisið meira enn 10.000 síður av vísindaligum greinum. Eg havi sera gott samband við sjómenn, reiðarar og manningarfeløg, sum vísa mær álit og geva mær upplýsingar.

Út frá hesum vil eg meina, at eg havi nógvar viðkomandi upplýsingar, sum sjálvdan ella ongantíð eru við í umrøðuni av fiskivinnunýskipanini. Nógv vita nógv um fiskivinnu, men verða ongantíð hoyrd. Fleiri vita nógv um búskap, men mangla áhuga fyri relevantari empiriskari vitan. Teori og empiri skal setast saman og til tess krevst vitan um bæði.

Vit hava ongantíð sæð nakað akademisk grunda argument fyri broytingum í føroysku fiskivinnuni. Tí havi eg mett tað neyðugt at skriva hesa grein.

Síðan Búskaparráðið, á vári 2000, segði seg ynskja uppboðssølu av fiskirættindum, uttan eina einastu vísindaliga tilvísing, hevur verið tosa um uppboðssølu. Summir persónar og ávís áskoðan fáa óavmarkaða tíð í miðlum, meðan aðrir persónar og onnur sjónarmið als ikki sleppa í miðlarnar. Seinastu 20 árini eru vit fóðrað við upplýsingum, uttan akademiskar tilvísingar, um hvussu góð ein uppboðssøla er, uttan at vit nakrantíð hava sæð ella hoyrt um onnur alternativ, sum sanniliga eru til.

Tað eru helst fleiri sum ynskja eitt statsreiðarí. Í øllum førum eru tey, sum hugsaðu soleiðis fyri 40 árum síðan rættuliga sjónlig í dag. Tað er ein øðrvísi hugsunarháttur, enn tær akademisku ritgerðir, eg vísi til í hesari grein.

Eg havi skriva hesa grein út frá ynskinum um at fáa mest møguligt burtur úr. Stórst møgulig úrtøka gevur við rættari umfordeiling mest til øll.

Eitt sindur um uppboðssøluteori

Eg havi tosa við onkran búskaparfrøðing, sum ikki visti hvat Winners Curse er. Sum Winners Curse verður umtala av fiskaríministara og øðrum, er orsøk at halda, at Winners Curse er eitt nýtt hugtak í Føroyum.  Somuleiðis tykjist onkur búskaparfrøðingur ikki skilja, at talan er um Common Value uppboðssølu við Assymetric Information.

Tað eru nógvir ymiskir hættir at skipa uppboðssølu. Tað er eisini rímiliga nógvur litteraturur um uppboðssølu. Tí er ástøðin komin væl fram á leið og tað kemur ikki so nógv nýtt í litteraturinum, tó at okkurt hendur. T.d. fekk Richard Thaler nobelprísin í Búskaparfrøði tí hann seinastu 30 árini ella meira hevur arbeitt við psykologi, uppboðssølum og hví munur er á teori og praxis. Richard Thaler Røða í samband við virðislønarhandanina

Í stuttum eru 3 høvuðspunkt at fyrihalda seg til. Hesi eru tó alt annað enn einføld.

1.       Uppboðssøla

2.       Winner´s Curse í samband við uppboðssølu

3.       Varandi umsetilig loyvir, nevnt Grandfathering á fagmáli.

Tey sum ikki tíma at lesa langar greinar kunnu nú halda áfram við niðurstøðuni aftast í greinini

 

Uppboðssøla av náttúruríkidømi


Ronald Coase fekk Nobel virðislønina í 1991. Hann skrivaði í 1959 um uppboðssølu av rættindum til radiostøðir og bandbreidd. (Coase, 1959) Í 1994 bleiv ein lóg samtykt um uppboðssølu av bandbreidd og mett verður at vísindaliga greinin hjá Coase hevði stóra ávirkan í hesum sambandi. (Vernon Smith, 2009)

Paul Klemperer, hjálpti til við at selja rættindir til 3G í Bretlandi og er ein virdur búskaparfrøðingur. Hann hevur skriva nógv um uppboðssølur. T.d. skrivaði hann í 1999 eina 94 síður langa vísindaliga grein, um uppboðssølur og ymist í hesum sambandi. (Klemperer, 1999) Hann nevndi greinina Auction Theory: A Guide to the litterature. Í 2009 skrivaði Peter Cramton, sum hevur skriva nógvar vísindaligar greinar um uppboðssølu,  eina grein við 24 síðum um ymist í sambandi við uppboðssølur. (Cramton, 2009)

Felags fyri hesar báðar nevndu greinar er, at tær nevna eina rúgvu av dømum um hvat ansast skal eftir og hvat kann verða gott at hava við og nógv annað. Tó at onki er um fiskivinnu í Føroyum, er nógv, sum kann takast við í metingarnar av einari uppboðssølu av Føroyskum fiskirættindum.

John Kagel skrivaði í 1995 Handbook of Experimental Economics, sum var ein umrøða av tí litteraturi, sum var um Experimetal Economics. Í 2014 hevur hann so skriva eina 134 síður frágreiðing, sum er framhald av bókini frá 1995. (Kagel & Levin, Auctions: A Survey of Experimental Research, 2014) Hetta er eins og A Guide to the Litterature hjá Klemperer eitt yvirlit yvir nógvar vísindaligar greinar og hvat nýtt og áhugavert er.

 
Winner´s Curse


Í 1971 kannaðu trý starvsfólk hjá einum oljufelag hvussu tað bar til at úrslitið av uppboðssølu var vánaligt fyri vinnaran. (Capen, 1971) Hetta var fyrsta vísindaliga greinin um Winners Curse. Teir ávístu at tað var sera stórur munur á hvussu nógv ymisk feløg bjóðaðu uppá rættin at bora eftir olju. í 1983 gjørdu Bazerman og Samuelson royndir við universitetsnæmingum, sum vístu, at tað er verður bjóða meira enn gott er. (Bazerman, 1983) Í 1986 gjørdu Kagel og Levin royndir við universitetsnæmingum. (Kagel & Levin, The Winner´s Curse and Public Information in Common Value Auctions, 1986) Hesar vístu, at tá 3-4 bjóða á uppboðssølu, so tjena royndir tilboðsgevarar minni enn vanligan vinning, men teir fara ikki konkurs. Tá 6-7 bjóða fóru ikki bara óroyndir tilboðsgevarar, men eisini royndir tilboðsgevarar konkurs.

Í 1989 gjørdi Dyer royndir við fólki í  byggivinnuni, sum høvdu drúgvar royndir at bjóða og universitetsstudentum. (Dyer D., 1989) Hesar royndir vísu, at teir í byggivinnuni kláraðu seg líka illa sum studentarnir.

Í 1987 gjørdu Bazerman, Carrol og Weiner (Weiner, 1987) royndir við 69 persónum, sum blivu endurtiknar 20 ferðir. Hesar vístu, at 5 av hesum lærdu at bjóða rætt eftir í miðal 8 royndir. Hini 64 bjóðaðu skeivt alla tíðina. Hetta vísur sambært Richard Thaler s. 194 (Thaler, 1988) at tað hvørki er lætt ella skjótt at sleppa undan Winner´s Curse.

Í 1986 søgdu Kagel og Levin tað sama. (Kagel & Levin, The Winner´s Curse and Public Information in Common Value Auctions, 1986) Óroyndir skulu bjóða 20 ferðir fyri at læra treyta av at tað eru 3-4 sum bjóða. Bjóða 6-7 á uppboðssøluni læra hvørki royndir ella óroyndir at bjóða rætt.

Her eru nevndar tvær vísindaligar greinar og ein sum ikki er publisera og ein bók, sum eru baseraðar uppá labratoriuroyndir. Harumframt er fyrst nevnda grein gjørd út frá empiriskum data. Tilsamans vísa hesar, at tað er stórur vandi fyri at tann, sum bjóðar hægst, hevur bjóða so nógv at hann fer konkurs.

Í 1996 gjørdu Dyer og Kagel eina vísindaliga roynd, sum vísti at i byggivinnuni brúktu teir tummilfingur reglur v.m. tá teir geva boð. (Dyer & Kagel, 1996) Hetta vísir okkum, at royndir hava nógv at siga og at teori og praksis er hvør sítt. Tað er tí ein stórur kunstur at skipa eina uppboðssølu.

Í 2009 gjørdu Dan Levin og Gary Charnes eina vísindaliga kanning um hví Winner´s Curse blívur við at verða ein trupulleiki. (Levin & Charness, 2009) Niðurstøðan hjá teimum var, at tað er trupult at siga hví tað er soleiðis og tað er eisini trupult at sleppa undan.

Í 2004 kom bókin Victories that can Sink your Company. (G. Anandalingam, 2004) M.a. kann lesast um úrslitið hjá vinnarunum av útbjóðing av 3G rættindum í USA og Bretlandi.

Traditionel búskaparfrøði góðtekur ikki at Winner´s Curse er til. Um øll taka rationellar avgerðir, so eigur tað ikki at bera til at bjóða ov nógv. Tó at nógvir búskaparfrøðingar ivaðust í 1971 og nógv ár fram, góðtaka flest allir búskaparfrøðingar at Winner´s Curse er til. (Levin & Charness, 2009)

Kagel og Levin hava í 2014 viðgjørt hetta evnið (Kagel & Levin, Auctions: A Survey of Experimental Research, 2014)

Trupulleikin við Winner´s Curse má tí takast við, tá tosa verður um uppboðssølu.

Grandfathering

Grandfathering er, í okkara føri brúksloyvir, at veiða við skipi og rætturin at taka fisk úr havinum arvast og skal ikki keypast frá landinum árliga ella við jøvnum millumbilum. Tað er eisini hópin av teori um hetta sum sigur, at tað gevur meira til samfelagið enn uppboðssøla.

Og tað ger tað ikki minni áhugavert at ein partur av hesari ástøði er gjørd beinleiðis við empiri úr fiskivinnuni.  

Tery Anderson, Gary Libecap og Ragnar Arnason hava skriva eina sera áhugaverda grein um grandfathering (Libecap, Arnarson, & Anderson, 2011) Tað, sum ger greinina viðkomandi er, at teir nevna nógvar vísindaligar greinar og vísa á hvat ymiskar vísindaligar greinar siga fyri og ímóti Grandfathering. At lesa hesar 44 síðurnar gevur gott innlit í litteraturin á økinum. Harumframt er greinin frá 2011 og tí rímiliga nýggj.

Tað er rættuliga nógv tilfar um Grandfathering. Eisini heilt nýtt tilfar. Nógv av tilfarinum er empiri og ikki bara teori úr labratorium og matimatiskir formlar, har rokna verður við at øll fólk eru robottar og minst líka klók sum Albert Einstein.

Aðrar vísindaligar greinar

Ein áhugaverd vísindalig grein um kostnaðin av at umsita fiskivinnu í ymiskum londum er skriva av nógvum viðurkendum granskarum. Her sæst at í fleiri londum kostar umsitingin av fiskivinnuni meira enn 50% av samlaðu inntøkunum. (Ray Hilborn, 2018)

Grafton gjørdi eina roynd at rokna avkast og tilfeingisrentu í fiskivinnuni í Canada. (Grafton, 1995) Tey sum eru búskaparfrøðingar halda seg ivaleyst kunnu fáa nakað burtur úr í einum Excel arki.  Tey sum duga eitt sindur av matematik og hava nakað av innliti í fiskivinnu skilja, at hatta verður óalmindiliga ringt at rokna sambært veruleikanum.

 

Endi

Her er ein byrjan, til tey mongu, sum hava áhuga og meining um fiskivinnuna. Hetta er ætla sum yvirlit. Eg havi frávalt at gera mína niðurstøðu, fyri at fáa tað so objektivt sum til ber.

Framgangsmátin átti at verið at út frá empiriskum upplýsingur gera vit okkum eina ella fleiri hypotesur um, hvussu fiskivinnan kanska kann skipast. Síðan leita vit í vísindaligum greinum fyri at finna tað sum talar fyri og ímóti okkara hypotesu og so vigar man teori og empiri. Og so endurtaka vit hesa mannagongd, til vit eru nøgd við úrslitið.

At fiskimálaráðið roknar árshýru pr. mann uml. 1,8 mió. hægri enn hýran er, gevur orsøk at halda, at empirisku tølini, upplýst eru fyri Føroya Løgtingi ikki eru tey røttu. http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/fiskimalaradid-setur-arshyru-pr-mann-kr-1785000-ov-hoegt/

Tað eru nógvir ymiskir hættir at skipa uppboðssølu. Felags fyri alla teori er, at stórur dentur verður lagdur á at uppboðssøla verður skipa so rætt sum møguligt og val av uppboðssølu hátti er alt avgerðandi fyri úrslitið. Alt kann seljast á uppboðssølu, men tað er ongin trygd fyri at tað er skilagott at selja á uppboðssølu. Uppboðssøla er ætla at loysa imperfections in the market.

Winners Curse er frá 1971 , men higartil ókent í Føroyum. Búskaparfrøðingar hava ikki megna at loyst trupulleikan, sum tað bara í ávísan mun ber til at taka hædd fyri. Fiskivinnan er sera stórur partur av búskapinum og stórur vandi er fyri at alt fer konkurs, um Winner´s Curse ger seg galdandi. Tí má hesin partur verða rættuliga greiður, áðrenn nakað sum helst verður selt á uppboðssølu.

Grandfathering er tað vit hava havt higartil. Vit hava ikki sæð nakra sakliga akademist grundaða meting, sum sigur at uppboðssøla gevur meira inntøkur til samfelagið enn Grandfathering. Men tað sæst heldur ikki nakra staðni, at endamálið er at fáa mest møguligt burtur úr til samfelagið. Viðvíkjandi teori um grandfathering, sum er tann skipan vit høvdu, er stórt arbeiði eftir at gera, áðrenn samanberast kann við uppboðssølu.

Tað er nógvur litteraturur, men tað sæst ikki verða brúkt í samband við lógarbroytingarnar seinastu árini. Vit hava sjálvdan og helst ongantíð hoyrt ella sæð akademiskar tilvísingar í nøkrum tilfari á Føroya Løgtingi í samband við fiskivinnunýskipan.

Hendan royndin hjá mær er rættuliga vist tann fyrsta í Føroyum, at vísa á akademiskan litteratur, sum kann brúkast í samband við fiskivinnunýskipan. Ætlanin við hesari grein er at vísa á, at fiskivinnan kann rekast uppá ymiskar mátar og at tað ber til at seta ymiskar loysnir upp móti hvørjari aðrari og so gera eina niðurstøðu um hvat er best.

So løgið tað ljóðar, finst ongin Føroyskur akademiskur litteraturur við akademiskum tilvísingum sum viðgerð fiskivinnunýskipan.

Strendur 2019-04-16

Eivind Jacobsen

Tilvísingar:

Bazerman, H. M. (1983). I Won the Auction but Don´t Want the Prize. The Journal of Conflict Resolution, Vol. 27, No. 4 (des.,), 618-634.

Capen, E. C. (1971). Competitive Bidding in High-Risk Situations. Journal of Petroleum Technology, June, 23, 614-53.

Carrol, J. B. (1988). Negotiator cognitions: A descriptive approach to negotioators understanding of their opponents. Ogranizational Behaviour and Human Decision Processes, 41, 351-370.

Coase, R. (1959). The Federal Communications Commision. Journal of Law and Economics 2, 1-40.

Cramton, P. (2009). Abstract: How Best to Auction Natural Resources . pp. 1-24.

Dyer D., J. K. (1989). A Comparison of naive and experienced bidders in common value offer auctions: A Laboratory Analysis. Economic Journal, 108-115.

Dyer, D., & Kagel, J. (1996). Bidding in common value Auctions: How the commercial construction industry corrects for the winner´s curse. Management Science 42, 1463-1475.

G. Anandalingam, H. C. (2004). Victories that Can Sink You and Your Company. New York: Oxford University Press INC.

Grafton, R. Q. (1995). Rent Capture in a Rights-Based Fishery. Journal of Environmental Economics and Management 28, 48-67.

Kagel, J. H., & Levin, D. (1986). The Winner´s Curse and Public Information in Common Value Auctions. The American Economic Review, Vo. 76, No. 5 DEC, 894-920.

Kagel, J. H., & Levin, D. (2014). Auctions: A Survey of Experimental Research. pp. 1-134.

Klemperer, P. (1999). Auction Theory: A Guide to the Literature. Journal of Economic Surveys, Vol 13 (3) July, 227-286.

Levin, D., & Charness, G. (2009). The Origin og the Winner´s Curse: A Laboratory Study. American Economic Journal: Microeconomics, Vol. 1, No. 1, 207-236.

Libecap, G. D., Arnarson, R., & Anderson, T. L. (2011). Efficiency advantages of Grandfathering in Rights-Based Fisheries Management. Annual Review of Resource Economics, Vol 3.

Ray Hilborn, C. C. (2018). Are Fishery Management upgrades worth the cost? PLOS ONE open access, Pear-Reviewed, 1-24.

Thaler, R. (1988). Anomalies: The Winner´s Curse. The Journal of Economic Perspecitives, Volume 2, Issue 1, 191-202.

Vernon Smith, T. W. (2009). Radio Spectrum and the Disruptive Clarity of Coase. A Celebration of the Research of Ronald Coase (pp. 1-38). Chicago: University of Chicago School of Law.

Weiner, S. M. (1987). An Evaluation of Learning in the Nilateral Winner´s Curse, Unpublished manuscript. Northwestern University.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Eivind Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Petur Háberg: Politikkur var ikki fyri meg
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Tobbi er greiður
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Nýggjastu tíðindi