Fuglafjørður hátíðarheldur Alexandur Kristiansen
Yrkjarin úr Fuglafirði, Alexandur Kristiansen, fyllir 70 ár í dag.
Føðingardagurin verður hátíðarhildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld klokkan 20.
“Fuglafjarðar kommuna skipar fyri hugnakvøldi við tónleiki, røðum og onkrum góðum til góma og háls,” skrivar Sprotin.
Sprotin fer at leggur fram stórt og vakurt savn við týðingunum hjá Alexanduri. Verkið er 600 síður, innbundið.
“Tað verður selt fyri serprís føðingardagin, og høvi verður at fáa týðaran at skriva í,” sigur Sprotin.
Alexandur Kristiansen hevur á síni drúgvu yrkisleið sum orðasmiður fingið bæði Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens og hann hevur tvær ferðir fingið Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið í Mentanarhúsinum í kvøld klokkan 20, sigur Sprotin.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur