Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fer til EM-kapping
Liðið hevur venjingarlegu í Kollafirði i vikuskiftinum.
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti skal í døgunum 9. til 13. mai verða við í EM-kapping í Luksemborg, har 6 lond skulu luttaka.
Føroyar eru í bólki við Írlandi og Skotlandi, meðan londini í hinum bólkinum eru Luksemborg, Grønland og Norður Írland.
Fyrsti dysturin verður ímóti Írlandi fríggjadagin tann 10. mai, og leygardagin hin 11. mai verður spælt ímóti Skotlandi.
Alt eftir hvussu tað gongur í hesum dystunum, er avgerandi fyri, hvussu leikt verður víðari í kappingini, sum endar við finalu sunnudagin 12. mai.
Nú í vikuskiftinum verður venjingarlega í Kollafirði og eisini hevur liðið vant nógv seinastu vikuskiftini.
Venjari er danin Lars Engell, meðan Kristian Mikkelsen er hjálaparvenjari. Andreas Zachau er eisini knýttur at venjarahópinum.
Liðið fer úr Føroyum mikudagin 8. mai og verður aftur mánadagin 13. mai.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur